Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vaksandi áhugi er fyri at fáa týtt føroyskar bókmentir til týskt

Tað frættist úr ferðavinnuni, at nógv av ferðafólkunum, sum velja Føroyar sum ferðamanna-land, eru úr - í europeiskum høpi - fólkaríka Týsklandi. Samstundis vita vit, at vaksandi áhugi er fyri at fáa týtt føroyskar bókmentir til týskt.

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýrismann í undirvísingarmálum
 
Viðvíkjandi undirvísing í týskum
 
Føroyska samfelagið eigur í sínum útbúgvingarverki eins og sínum vinnupolitikki at hava miðvís mál fyri førleikar innan tungumál. Vit vita, at hugburður til ymisk mál kann broytast við tíðini og av ymiskari ávírkan. Vit vita eisini, at við nýskipanini innan miðnám, sum varð sett í verk í august 2013, vórðu víðfevndar broytingar gjørdar í mun til krøv um at læra fremmandamál. Tí vil eg spyrja landsstýrismannin:
 
1)        Sær landsstýrismaðurin tekin um, at málførleikar í týskum í Føroyum eru víkjandi?
2)        Hvørjir vansar kunnu standast av fyri føroyska samfelagið, um færri duga 
           tungumál sum týskt væl og hava undirvísingarførleika eins og førleikar 
           at útinna sítt starv á týskum?
3)        Eru aðrir fyrimuninir enn vinnuligir og onnur atlit enn marknaðaratlit, 
           tá um undirvísing í týskum ræður í føroyskum fólkaskúlum, á føroyskum 
           miðnámi og í føroyskari lærararútbúgving?
 
Viðmerkingar:
Tað frættist um landið, at færri lesa týskt í fólkaskúlunum og á miðnámi og vit hugsa um, hvussu støðan í veruleikanum man vera og hvørjar møguligar orsakir eru til eina broytta gongd.

Spurt hevur verið hvørjar grundgevingarnar eru fyri at lært týskt Eru tær vinnuligar og viðvíkja m.a. marknaðaratgongd? Eru tær mentanarligar og rættaðar móti undirvísing í týskmæltum bókmentum og týsktmæltari mentan annars? Eru tær málsligar og rættaðar móti at styrkja vitan um mál, sum eru nær skyld við okkara? Hetta eru tankar, sum tað óivað er rætt at taka støðu til í mun til okkara útugvingarpolitikk.

Stig víðari at finna orsøkir, atvoldir og at kanna verandi støðu fevna óivað um at kanna, hvussu nógv lesa týskt í fólkaskúlanum í dag, hvussu nógv lesa týskt á miðnámi í dag og hvussu nógv eru undir útbúgving sum týsktlærari á Fróðskaparsetri Føroya í dag. Harafturat er forvitnisligt at fáa fulla greiði á um nakað granskingarstarv á Fróðskaparsetri Føroya í týskum máli.

Tað frættist úr ferðavinnuni, at nógv av ferðafólkunum, sum velja Føroyar sum ferðamanna-land, eru úr - í europeiskum høpi - fólkaríka Týsklandi. Samstundis vita vit, at vaksandi áhugi er fyri at fáa týtt føroyskar bókmentir til týskt. Spurningurin er, um vit eru nóg tilvitað um, hvørjir møguleikar og hvørji vikisøki eru fyri føroyska arbeiðsmegi innan framleiðslu og handil í verandi og komandi vinnunum í Føroyum og innan undirvísingar- og mentnaryrki.
 
Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum
 
Á Løgtingi, 6. desember 2016
 
Hanna Jensen