Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vágaportalurin og talufrælsið??????

Satt at siga so trúði eg, at vit livdu í einum fríðum landi, har loyvi varð at úttala seg og standa til svars fyri tí talaða ella skrivaða orðinum - men tað er vist ikki so.

Vágaportalurin, sum gevur seg út fyri at verða ein almennur tíðindaportalur, brýtur so dyggiliga hesa áskoðan, hann sensurerar innlegg soleiðis, at sjónarmiðini eru beinleiðis polittiskt stýrd.

Leggur tú grein inn sum hevur krittiska áskoðan á fólkaflokkspolitikk, so fær hon loyvi at standa hægst í 15 minuttir fyri síðani at verða slettað. Eg spyrji bara – er hetta góð siðvenja í einum demokratiskum samfelag?

Eg skilji væl, at fjølmiðlar sletta innleg sum eru ófantalig og niðrandi, men eg skilji ikki viðgerðina av mínum viðmerkingum. Polittiskir flokkar og persónar eiga eisini at tola meira enn vanligi borgarin.

Poul Michelsen hevði eitt innlegg, um sína misnøgd um ikki at sleppa við í polittiska kjakið nýggjársaftan í útvarpinum. Eg legði eina viðmerking inn, men hon varð deyðadømd eftir 15 minuttum – tað varð jú ein javnaðarmaður, sum hevði krittiskar viðmerkingar til førdan fólkaflokkspolitikk.

Eg veit tíverri eisini um onnur, sum eru sensureraði burtur av Vágaportalinum - tey tiga - men eg eri so úr bergi brotin - at eg latið ikki bara fara aftur við borðinum óátalað.

Politikkurin á Vágaportalinum ber óhugnaligan dám yvir sær.

Ja, sjálvt dagsskráðirnar hjá: Mussolini, Hitler, Pinochet og øðrum bølmennum hava hug at koma framm í mína hugmynd.

Eg endurgevi her orðarætt tað sum eg legið út. Lesarin kann so sjálvur avgerða, um vit liva í einum fríðum landi, har vit hava loyvi til at úttala okkum við ábyrgd.

ELLA : Er hetta júst fólkaflokkspolitikkur ---“i en nøddeskal.”

Her er tað eg skrivaði á Vágaportalin, sum bleiv sensurerað burtur.

(Eisini legði eg tað út á Tórsportal – har fekk viðmerkingin loyvi til at verða standandi.)

Ja, Poul eg skilji væl tína misnøgd við, at nýggi flokkurin, sum fekk eitt kanónval, ikki kann verða við. Flokkur tykkara hevur verðuliga brotið upp úr nýggjum, og hevur jarðbundin sjónarmið.

Tað kann tykjast sera margháttligt, at ein trístjørnaður javnaðarmaður kann taka undir við sjónarmiðum hjá einum borgarligum flokki, men grundin er sera einføld. Flokkarnir sum í dag sita við valdi stýra við klappum fyri eygunum - teir hyggja beint framm (bara vit fáa okkara ynskir ígjøgnum, so er líkað mikið hvat hin parturin krevur).

Ja Poul, eg: vænti - vóni og ynski, at væl skjótt verður útskrivað, tí verðandi samgonga førir okkum út í óføri.

Vit hoyra hvønn dag, at øll í samgonguni í verðuleikanum eru misnøgd - tó undantikið tey í fólkaflokkinum, tí tey hava jú fingið í høvd og reyv.

At enda vil eg ynskja flokki tykkara blíðan byr framyvir - tí borgarligi politikkurin kann bara blíva betri. Sum er, er bert talan um egin áhugamál og stórar lummar.

Gott nýggjár øll somul.

_____________________________________________________

Lesarin kann út frá hesum taka støðu til um vit hava talufrælsi á Vágaportalinum..

Í mínum hugaheimi er mannagongdin hjá Vágaportalinum sera ófrættakend.

Eg ringdi til Vágaportalin og gav teimum av grovfíluni. Tveir minuttir eftir lá viðmerkingin aftur á síðuni, men eg haldi tað er ov langt úti, at tú skalt verða noyddur at taka boksihandskar uppá fyri at vinna sjálvsøgd borgarlig rættindi.

Eg helt tað verða ov lætt, at Vágaportalurin bara kundi geva greinina út aftur, sum um einki varð hent, og skrivaði tí eina viðmerking, um tað at greinin varð slettað.

Hokus pokus - hvat hendi.?

Nú bleiv greinin á øðrum sinni slettað og viðmerkingin við, óivað varð bitin ov tungur at svølgja. Tíverri tók eg ikki avrit av viðmerkingini, men eg kann tó siga, at hon var: siðilig, saklig og kontant.

Skulu vit bara góðtaka, at okkara fjølmiðlamentan skal ríða so niðarlaga??

At enda vil eg ynskja øllum Føroya fólki.

Eitt gott og eydnuberandi nýggjár.

Jóhan Heri Joensen