Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vága Floghavn kom niður á jørðina

Úr frágreiðingini hjá Landsgrannskoðaranum: Vága Floghavn væntaði, at í 2010 fóru 200 mió.kr. at verða fluttar frá Íleggingargrunninum fyri Føroyar til at dagføra og útbyggja flogvøllin og terminalin. Ongin peningur varð fluttur, tí Stýrið fyri Íleggingargrunnin helt tað ikki vera rætt at rinda út, áðrenn prosjektering og útbygging fór fram. Stýrið heldur, at rættast er at gjalda út so hvørt, sum útbyggingin fer fram.

Nevndin fyri P/f Vága Floghavn hevur víst á, at av tí at peningurin ikki er goldin út, sum ætlað, hevur P/f Vága Floghavn mist 12 – 14 mió.kr. í rentuinntøkum, sum kundu verið nýttar til uppstiganina og útbyggingina av flogvøllinum, men Íleggingargrunnurin staðfestir, at Vága Floghavn eigur ikki renturnar. Tær eigur grunnurin, sum hevur fingið almenna partafelagið at gera einagjaldførisætlan, sum hevur manglað...

Við Lóg nr. 350 frá 18. apríl 2007 “om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.” verður Íleggingargrunnurin fyri Føroyar niðurkapitaliseraður tilsamans 365 mió.kr. til tess at fíggja útbyggingina av Vága Floghavn:

“Fonden skal gennem en nedbringelse af fondens egenkapital yde finansiering på indtil 365 mio. kr. i forbindelse med udbygning af Vágar Lufthavn.

Færøernes landsstyre kan få udbetalt beløbet i stk. 1 fra det tidspunkt, hvor landsstyret overtager Vágar Lufthavn fra staten, dog tidligst fra lovens ikrafttræden. Indtil den 1. januar 2008 kan landsstyret dog maksimalt få udbetalt 180 mio. kr. Fra den 1. januar 2008 til den 1. januar 2009 kan landsstyret få udbetalt yderligere maksimalt 90 mio. kr. og fra den 1. januar 2009 det resterende beløb.”

Í 2008 vórðu 65 mió.kr. fluttar P/f Vága Floghavn og í 2009 100 mió.kr. Í 2010 var ætlanin at flyta tær síðstu 200 mió.kr.

Á vári 2010 kunnaði Íleggingargrunnurin Vinnumálaráðið um, at stýrið fyri grunnin var farið at ivast í, um útgjaldingarghátturin var í tráð við Ll. nr. 350/2007. Stýrið helt tað ikki vera rætt at rinda út, áðrenn prosjektering og útbygging fór fram, men at tað rætta sambært lógini var at gjalda út so hvørt, sum útbyggingin fór fram. Stýrið hevði sent Økonomi- og Erhvervsministeriet fyrispurning um ivamálið hjá nevndini.

Í desember 2010 svaraði Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, at tey hildu seg til tulkingina hjá stýrinum.

Íleggingargrunnurin er av teirri áskoðan, at útgjaldsheimildin eigur at verða tulkað soleiðis, at peningurin til útbyggingina av flogvøllinum eigur at verða goldin út í tráð við gjaldsføristørvin hjá P/f Vága Floghavn, og at tað ikki er heimild at gjalda út, áðrenn Íleggingargrunnurin hevur fingið eina neyva gjaldsførisætlan, og verkætlanin er liðugt prosjekterað og kostnaðarmett.

Vinnumálaráðið hevur víst á, at peningur er goldin út í 2008 og 2009, uttan at nøkur treyt hevur verið sett fyri útgjaldinum.

Eisini vísir Vinnumálaráðið á, at flytingarnar frá Íleggingargrunninum til landskassan, og frá landskassanum til Vága Floghavn, eru sambært galdandi játtanarreglum og sambært almennu viðmerkingunum til niðurkapitaliseringslógina, og tiknar við í fíggjarløgtingslógirnar í 2008 og 2009. Í fíggjarlógini fyri 2010 vórðu játtaðar 200 mió.kr. í inntøkum og 200 mió.kr. í útreiðslum, t.v.s. flyting frá Íleggingargrunninum til landskassan og flyting frá landskassanum til Vága Floghavn.

Nevndin fyri P/f Vága Floghavn hevur víst á, at av tí at peningurin ikki er goldin út, sum ætlað, hevur P/f Vága Floghavn mist 12 – 14 mió.kr. í rentuinntøkum, sum kundu verið nýttar til uppstiganina og útbyggingina av flogvøllinum.

Íleggingargrunnurin er av tí sannføring, at tað er Íleggingargrunnurin, sum eigur renturnar, og at tað bert skulu gjaldast upp til 365 mió.kr.

P/f Vága Floghavn hevur gjørt eina gjaldførisætlan, og peningur verður goldin út frammanundan, hvønn ársfjórðing, í tráð við gjaldsførisætlanina.

Í 2011 eru 97,3 mió.kr. rindaðar P/f Vága Floghavn - í mars 12,7 mió.kr., í juni 48 mió.kr., í november 24,8 mió.kr. og í desember 11,8 mió.kr.

Vága Floghavn kom sostatt niður á jørðina aftur, staðfestir Landsgrannskoðarin í frágreiðingini.