Vága Floghavn 5,6 milliónir í halli
- framgongd á 12 mió.kr. í mun til undanfarna ár
Undanfarna ár fóru 239.086 ferðafólk um Vága Floghavn, og er talan um ein triðing meira enn í 2020. 2020 ber tó illa til at nýta til samanberingar, tí hesi bæði seinastu árini hava verið ógvuliga nógv merkt av COVID-19-farsóttini. Um vit í staðin samanbera við 2019, sum var seinasta “vanliga” árið, so var talan um eina minking á 43,6%. Sum altíð má havast fyri eygað, at Vága Floghavn, eins og aðrar floghavnir, telur ferðandi báðar vegir. Eitt ferðafólk, sum kemur til Føroya at vitja, telur tí tvær ferðir.
Tølini omanfyri hava sjálvandi sera stóra ávirkan á úrslit felagsins, sum eyðsæð ikki er nøktandi. Um búskaparligu gongdina í árinum ber annars til at siga, at bruttoúrslitið vaks úr 24.307 t.kr. upp í 31.498 t.kr., starvsfólkakostnaðirnir lækkaðu úr 24.661 t.kr. niður í 21.790 t.kr. og avskrivingarnar lógu á sama stigi, sum undanfarna ár, nevniliga um 17 mió.kr. Við einum halli á 5,6 mió.kr. gjørdist 2021 sostatt eitt ár, sum ikki kann metast nøktandi.
Hóast úrslitið ikki er nøktandi hevur tað ikki við sær, at Vága Floghavn ikki støðugt hevur tørv á at arbeiða við neyðugum tillagingum, soleiðis at umstøðurnar á flogvøllinum, í farstøðini og tænastubygningunum nøkta tørvin hjá brúkarunum. Í løtuni eru serliga tríggjar verkætlanir í gongd í hesum sambandi. Ein útbygging av umstøðunum til viðførismóttøku verður fyrireikað, ein tangastøð til goymslu av brennievni til flogfør er í gerð, eins og fyrireikingar eru í gongd til gerð av einum standplássi afturat til flogfør. Hesi arbeiði eru átrokandi neyðug, tí umstøðurnar hesum viðvíkjandi eru ikki nøktandi sum er.
Væntanir fyri 2022
Við ársbyrjan hevði Vága Floghavn góðar vónir fyri 2022. Gongdin fyrstu tveir mánaðirnar av árinum var kortini rættiliga nógv merkt av Omikron-fyribrygdinum, men nú vit eru komin nakað út á várið sær munandi frægari út. Framvegis gongur væl búskaparliga í Føroyum, arbeiðsloysið er lágt, og fólkatalið táttar nú í 54.000. Útlitini viðvíkjandi føroysku flogvinnuni eru góð og Føroyar hava fingið nógva jaliga umrøðu sum ferðamál í altjóða miðlum seinastu árini. Vága Floghavn væntar tí eitt summar, sum fer at líkjast rættiliga nógv 2019, tá um flogferðslu ræður, og samstundis rokna vit við, at ferðslan eins og í fjør fer at halda sær longri út á árið. Samanumtikið vænta vit, at ferðafólkatalið fyri árið fer at koma upp á onkrastaðni millum 350.000 og 400.000.
Á aðalfundinum varð øll nevndin afturvald, og hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni. Aðalfundarvaldu nevndarumboðini eru Birita Sandberg Samuelsen, Janus Rein, Gunn Hanusardóttir Møller og Uni Danielsen. Umframt hesi eru trý starvsfólkavald umboð í nevndini, og eru teir Sámal Birgir Johansen, Tórstein á Steig og Evan Hilmarsson.