Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hevur tú, ella hevur tú havt, krabbamein? So er hetta tilboð til tín. Her hevur tú møguleika at vera saman við øðrum í somu støðu í einum hugnaligum og viðurkennandi umhvørvi.

Vælumtókt skeið í listterapi byrjar aftur 1. oktober

Hevur tú, ella hevur tú havt, krabbamein? So er hetta tilboð til tín. Her hevur tú møguleika at vera saman við øðrum í somu støðu í einum hugnaligum og viðurkennandi umhvørvi. Her er rúm fyri tí, sum tú hevur uppá hjarta. Tú kanst droyma teg burtur eina løtu í kreativum uppgávum og arbeiða bæði við sorg og gleði. Tú kanst gerast meira tilvitað/-ur um teg sjálvan og egnan mátt og á henda hátt styrkjast á tíni leið víðari í lívinum.

 
Listterapi snýr seg ikki um at gera listarlig meistaraverk, men við t. d. máling, tekning, skriving ella modellering at arbeiða við tíni støðu - tankum og kenslum. Saman við terapeutinum verður tosað um tað, tú hevur tilevnað. Tað er ikki neyðugt at hava royndir við listarligum arbeiði, verkini eru áhugaverd innihaldsliga, ikki í útsjónd.
 
Royndirnar frá undanfarnum skeiðum hava verið sera góðar
 
Viðmerkingar frá fyrrverandi luttakarum:
 
“Skeiðið hevur givið mær betri førleikar at skilja støðuna í samband við sjúkuna, eitt netverk og hevur uttan iva verið viðvirkandi til, at eg gjørdist skjótari arbeiðsfør aftur.” 
 
“Eg havi lært nógv tær 10 ferðirnar í listterapi. Eg havi fingið størri lívsgóðskudugi betur at seta orðá kenslur og havi fingið frið við meg sjálva. Tí ynski eg, at øll tey, ið stríðast fyri at koma víðari í lívinum, kunnu fáa hesa avbjóðingina. Hon kann verða við til at gera, at lívið kann vera gott aftaná ta strævnu tíð, ein krabbameinsraktur sjúklingur er farin ígjøgnum.”           
 
Alt hevur verið sett til viks fyri at kunnu luttaka í listterapi'ini. Tað hevur sera stóran týdning hjáteimum, sum hava ella hava havt krabbamein, at fáa møguleikan at práta saman um leyst og fast,bæði í álvara og gaman, at deila tankarsorgirframtíðarvónir, at kunna flenna saman og ikki minstat finna út av, hvørjar styrkir ein hevur innan tað listarliga.  Vit hava veruliga kunna tosað um altmillum himmal og jørð, og sum hevur verið gott fyri okkum allar. Hetta gevur eitt samanhald, sum eg ikki vildi verið fyriuttan, og hevur skapað vinarbond okkara millum. Vit hava fingið nógv við í skjáttuna, sum vit kunnu byggja víðari uppá.”
 
”Hetta er eitt óført tilboð til okkum, sum hava fingið krabbamein, tí vit gjøgnum kreativitetin fáa høvi at arbeiða við okkara tankum og kenslum. Og tað hevur stóran týdning at vera saman við øðrum, sum eru í líknandi støðu og skifta orð um tað, sum vit uppliva. Hetta skeiðið - og øll tann prosessin vit fóru ígjøgnum - hevur havt stóran týdning fyri meg. Eg eri sera glað fyri skeiðið og kann viðmæla øllum í líknandi støðu at luttaka.”