Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vælferðin skal varðveitast, segði banditturin og smíltist

Tað, hann meinti við, var, at tey ríku skuldu gerast ríkari hóast komandi sparingarnar. Tey minnu mentu komu honum als ikki í hug, tí tey var hann ikki vanur at taka við ella at gera sær nakrar tankar um. Tey lógu, sum tey sjálv høvdu reitt. Tey vóru ikki hansara borð.

Hansara kryptiske orðaval, ið sum nevnt mátti tulkast, varð ført fram í miðlunum mánadagin, og longu nú hósdag koma tíðindi um, at Hamragarður hevur fingið knívin. Eftir at stórar sparingar eru kravdar og framdar skulu kr. 700.000 sparast aftrat, og hetta letur seg, sum er, bert gerast við, at køkurin verður spardur við teimum stóru avleiðingunum, ið fara at standast av tí. Og vælferðin hjá teimum gomlu fær sær enn eitt bandittaspark.

Hesu gomlu, sum í áratíggju hava hildið samfelagnum koyrandi, soleiðis at bæði ung og gomul hava fingið sítt eftir tíðartørvi, hesu fólk skulu nú í spennitroyggju og annars bíta í grasið, tí ein botnleysur bandittur saman við líkasinnaðum skulu hava alt. Og so sigur hann, at vælferðin skal varðveitast. Markleysur frekleiki.

Fyri tað fyrsta, so hava teir bert roynt at niðurbrotið vælferðarskipanir, ið fólkið og fólksins flokkar við tógvi stríð hava bygt upp frá grundini. Og fyri tað næsta, so hava teir ongantíð varðveitt nakra vælferð, uttan teir -av samstarvsfeløgum - hava verið noyddir til tess.

Jørgin kundi eins væl sagt, at vit fara frá at súgva tykkum, til at blóðsúgva tykkum, og tá tað er gjørt, verða allir køkar stongdir, og síðani fáa tit fótin í reyvina.

Av somu orsøk mugu vit byggja verjugarðar, so bandittaflokkurin ikki í sama mun fær lopið á fyri at súgva.

Kanska áttu fólk úr øllum landinum at tikið seg saman og vart Hamragarð, sum í løtuni stendur fyri skotum. Tí eydnast tað bandittunum at inntaka Hamragarð, so verður kósin sett ímóti tí næsta vælferðarstaðnum í somu løtu. Tí teir hava akkurát sama tørv, sum sungið verður um í sanginum: hon fær ongantíð nokk.

Men steðga vit teimum, so fáa vit eitt neyðugt andarhol og kunnu fyrireika okkum til komandi álop. Tí álopini koma, so leingi bandittarnir hava nakað at skula hava sagt.

Men vit kunnu lætt syrgja fyri, at teir - eftir valið - onki hava at skulu hava sagt. Og tað mugu vit gera. Tí sum er, hava vit onki annað val.

Fyri javnrættindum og vælferð fyri øll.

Dagfinnur Danbjørg.