Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vælferðarsamfelagið verður niðurlaga meðan stættasamfelagið verður útbygt og sementerað

Hetta eigur fólkið ikki at lata sær lynda

Kósin er sett via flatskatt, fólksins ogn á fáar útvaldar hendur og fráboðaðar privatiseringar í stórkapitalistanna matadorspæli. Ríkidømi skal sjálvandi nýtast til luksus av ymiskum slag: luksushús og luksusferðir fyri at nevna nøkur. Men eisini útbúgvingar uttan landamørk fyri egin børn. Fá ella ongi mørk verða hjá ella fyri peningasterku kapitalistarnar, sum annars seta seg á hægstu røkur bæði innan alment og privat, soleiðis at teir kunnu fasthalda maktina og lata hana víðari til egnar eftirkomarar, sum so..................................

Hetta er sokallaðu tretivu/fýrs fólkið, 30% í tali, men sita á 80% av øllum inntøkunum.

Hini sokallaðu hálvfjerðs/tjúgu fólkini, 70% í tali, men fáa bert 20% av øllum inntøkunum.

Tað er sjálvandi í 70/20 at mongu trupulleikarnir finnast – frá teimum minnu til teir sera álvarssomu, sum t.d.1500 á fátækramarkinum, men har eru annars mangir aðrir forðandi fíggjarligir trupulleikar, tá t.d. tak skal fáast yvir høvdið, ella kostnaðarmiklar útbúgvingar skulu takast.

Annað kundi verðið nevnt, men eru flestu fólkum kunnugt.

Men hvat eigur at verða gjørt, so vit nærkast einum 50%/50% samfelagið – ella kanska einum 60%/40% samfelagið? Vit hava mongu seinastu árini sæð, hvussu tað ikki eigur at verða gjørt t.d. samlaði flatskatturin til tretivu/fýrs fólkið og somuleiðis við ogn Føroya fólks har risastórur vinningurin er, og sum er og verður latin nøkrum fáum tretivu/fýrs fólkum.

Eingin munagóð broyting kemur í fyrr enn Høgra er sett uttan fyri alla politiska ávirkan. Ikki bert Høgra í fólkaflokkinum, men eisini teimum, ið fjala seg í øðrum flokkum.

Vælferðarsamfelagið er og verður hótt. so leingi høgra sleppur at skalta og valta, sum teimum lystir. Privatiseringar verður næsta álopið. Tað hava teir boðað frá. Og teir gevast ikki fyrr enn 80% av fjøldini verður trýst niður á 10% av øllum inntøkunum.

Men, tað er eitt men. Tí standa vit saman, so kunnu vit steðga teimum, og tað eiga vit at gera. Tað er ongin grund til at standa og hyggja at, meðan teir byggja gálgarnar, ið vit skulu heingjast í.

Valdagin mugu vit seta teir krossar, ið skulu til, fyri at krossfesta órættin.

Vøo. So eru tað vit, ið heilt og fult avgera, um órætturin skal hava loyvi at halda áfram.

Vónandi siga flest møgulig, at nú er nokk og seta krossin hareftir.

Dagfinnur Danbjørg.