Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vælferðarsamfelagið má framtíðartryggjast betri

Endurskoðan av verandi vælferðarskipan
Tað er nógv, sum týður uppá, at verandi vælferðarskipan má endurskoðast ella eftirhyggjast. Okkara demokratiska vælferðarskipan tryggjar øllum borgarunum ein rætt til sosialar tænastur uttan mun til t.d. inntøku ella hvar ein býr í landinum. 

Við einari liberalari vælferðarskipan skalt tú í størri mun taka ábyrgd sjálvur at tekna tryggingar til sjúkra- og heilsuviðgerð og sjálvur gjalda brúkaragjøld til aðrar sosialar tænastur. 

Tey samfeløg, sum ávikavist velja hesar vælferðarskipanir fáa heilt hvør sína samfelagsskipan innihaldsliga, men hava kortini sama endamál um at menna og varðveita “tað góða samfelagið.” Tað kunnu verða siðvenjur og ymisk mentan, sum avgerð, hvørja vælferðarskipan eitt land velur.

Sambandsflokkurin eigur heilt greitt at velja eina demokratiska vælferðarskipan, sum byggir á samhaldsfesti og tryggjar okkum øllum nakrar kjarnuvælferðartænastur.

Fakta er, at í 2011 komu 11% av samlaðu útgoldnu lønunum frá lønarinntøkum frá útlandinum, men av hesum inntøkunum verður fyri tað mesta ikki goldin skattur til felags landshúsarhaldið, og hetta leggur stórt trýst á okkara vælferðarskipan. Tí muga gerast kombinatiónir av einari vælferðarskipan og umfordeiling við beinleiðis lønarskatting, sum vit kenna tað og eisini ásetast brúkaragjøld fyri serligar inntøkubólkar.

Um so er, at politiska skipanin bara passivt bíðar eftir, hvat møguliga hendir um 15-20 ár við samfelagsbygnaðinum og vælferðarøkinum í Føroyum, so er stórur vandi fyri, at vit koma at standa við einum samfelag, sum ikki er kappingarført og burðardygt og sum kann hava við sær, at almennu kjarnuvælferðartænasturnar versna til minimala vælferð, bæði í mun til verandi støðið og í mun til onnur framkomin lond. Í ringasta føri kann talan gerast um eina fólkafráflyting umframt vantandi tilflyting.

Fìggjarpolitikkurin tekur enn støðið í einum fíggjarári í senn og harvið verða ikki lagdar nakrar bygnaðarligar langtíðarætlanir, sum kunnu leiða og planleggja okkum betri burturúr teimum trupulleikum, sum t.d. verða við aldurssamansetingini og at eldraøkið fer at krevja fleiri eldra- og umsorganartænastur og harvið íløgur og útreiðslur og hægri játtanir. Legg til merkis, at tá talan er um infraskipanina (vegir og tunlar) og onnur hørð virði, so eru gjørdar langtíðaríløgurkarmar nógv ár fram í tíðina – so ymisk kann politiska raðfestingin vera.

Fyri yvirhøvur at hava eina kappingarføra vælferðarskipan krevst vælstandur, t.v.s. ein vinnudrivin búskapur umframt vøkstur. Tí skulu vit t.d. hava fleiri nýggj arbeiðspláss í fiskivinnuni og ferðavinnuni. Harafturat er eisini tørvur á fleiri arbeiðstímum hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum fyri at skapa búskaparvøkstur.

Landskassin hevur enn hall í bestu búskapartíðum og akkumulerar skuld. Sostatt skal umframt at gjalda munandi øktar útreiðslur til vælferðartænastur um nøkur ár eisini afturgjaldast skuld – timingin er ikki góð fyri komandi ættarliðið. Samfelagsbúskapurin og landskassin fara at koma undir stórt trýst og tørvur verður á rationaliseringum av ymiskum slag.

Útlitini eru, alt annað líkað, at færri koma at rinda skatt til landshúsarhaldið samstundis sum fleiri gerast brúkarar av sosialu vælferðartænastunum um nøkur ár.

Fiskivinnan skapar inntøkur, sum vit vita eru óvissar ella sera skiftandi. Ein vantandi og ógreiður fiskarípolitikkur og vantandi marknaðarkarmar fyri at reka fiskivinnuna ger støðuna enn verri. Alivinninan sær út til at verða ein rættuliga trygg inntøkukelda, serliga um vit halda kósina við neyvari leiðslu, stýring og eftirliti. Nýggjar vinnur kunnu eisini vera óvissar - antin gerast tær til vakstrarvinnur ella onki. Ivakesr keikar og støðug inntøkukelda

Einasta vissa stóra inntøkukelda landskassans er ríkisveitingin, og sum er eitt sera týdningarmikið ískoytið til landshúsarhaldið og dygdargóða vælferð.

Politisku stevnumið Sambandsfloksins á vælferðarøkinum

Sambandsflokkurin hevur í sínari stevnuskrá nøkur greið mál og stevnumið fyri sosiala økið.

Grein 1 um Ríkisfelags¬skapin .... Sambandsfloksins hugsan er tí tann, at skulu vit loysa tær fíggjarligu og mentanarligu uppgávur, sum liggja fyri, og skulu vit til eina og hvørja tíð vera før fyri at tryggja teimum, sum skulu liva í hesum oyggjum eins góð livilíkindi, sum í øðrum framkomnum londum, so er neyðugt at hava tætt tilknýti til annað land.

Harafturat stendur í grein 7 um Sosialmál .... Sambandsflokkurin vil framvegis arbeiða fyri, at sosiala lóggáva okkara verður soleiðis skipað, at tey gomlu, tey sjúku, tey brekaðu og onnur, sum hava hjálp fyri neyðini, fáa stuðul og viðgerð, ið ikki stendur aftanfyri tí, sum fæst í hinum Norðurlondum.

Flokkurin hevur, síðani hann var stovnaður, støðugt arbeitt fyri við lóg at tryggja teimum gomlu, sjúku, evnaveiku, avlamisfólki og øðrum, ið hava hjálp fyri neyðini, eins góðan stuðul og viðgerð, sum fæst í okkara grannalondum. Tað er umráðandi at halda hesa lóggávu viðlíka og útbyggja hana. 

Tær sosialu útreiðslurnar eru ein tann størsti partur av fíggjarlógum landsins, og tær vaksa støðugt. Higartil hevur ein stórur partur av hesum útreiðslum verið javnaður millum landið og ríkið sum ein trygd fyri, at vit undir skiftandi korum kunnu varðveita livistøðið á hædd við tað í okkara grannalondum.

Eftir stevnuskrá Sambandsfloksins at døma, er tað onki at ivast í, hvat flokkurin framhaldandi eigur at virka fyri til eitt komandi løgtingsval og fólkatingsval. Lívilíkindi í Føroyum og Danmark eiga at verða lýst soleiðis, at vit kunnu arbeiða fram ímóti málunum í stevnuskrá floksins.

Lægri vælferð og livistandardur í Føroyum
Føroyingar hava gjøgnum seinastu 60-árini bygt upp og ment eina vælferðarskipan, sum hevur tryggjað borgarunum, t.e. børnum, ungum, vaksnum og eldri, eitt gott lív og trivna. Endamálið hevur heilt einfalt verið at gera tað møguligt hjá fólkinum at búleikast og virka á hesum fjarskotnu oyggjum útí í Atlantshavinum.

Hetta hevur eydnast sera væl og vit hava eitt samfelag, sum á fleiri økjum er kappingarført við onnur framkomin lond, hvat vælferðarskipanum viðvíkja. Alt hetta er gjørt við góðari hjálp frá Rìkisfelagsskapinum.

Tað eigur at verða ein politisk uppgáva at tryggja ein livistandard, sum skapar menning og trivnað, eitt nú máta við inntøkubýtinum, inntøkum at ráða yvir og skatta- og avgjøldstrýstinum. Avbjóðingin er at brúka ein effektivan máta ella myndil at tryggja ein javnt høgan livistandard.

Kanningar vísa, at eitt samfelag og tess íbúgvar hava tað best um øll javnt hava tað meira og minni gott fíggjarliga og sosialt – hetta er eisini við til at minka um spenningar og negativar kreftir í einum samfelag.

Politiska amboðið ella hátturin at tryggja góða vælferð, líka møguleikar fyri øll og lívskvalitet fyri flest øll, er umfordeiling av virðum og ágóðum í einum samfelag. Henda umfordeiling verður gjørd av tí almenna umvegis fíggjarlógina og aðra serlóggávu. Vit kunnu siga, at tað almenna yvirstýrir marknaðarkreftunum við at býta vælferðina meira javnt millum borgararnar. 

Grundgevingin fyri umfordeilingini umvegis landið ella statin fevnir eisini um etiskar spurningar, t.v.s. rættvísi og líka rættindini til allar borgarar. Sostatt hongur støddin á almenna geiranum saman við, hvussu umfatandi vit politiskt ynskja at umfordeila ágóðarnar í samfelagnum umvegis landið ella statin. 

Fleiri av okkara grannalondum hava brúkt nógva orku uppá at allýsa eitt fátækramark og soleiðis tryggja, at ein partur av fólkinum ikki livir eitt lív, har tey nærmast eru ekskluderað úr vanliga samfelagum. Endamálið við slíkum mátingum er politiskt at tryggja borgaran móti fátækradømi og harvið tryggja øllum tað mest neyðuga. Hinvegin hevur onkur sagt, at .... vælferð bara fyri tey fátæku er ein vánalig vælferð.

Vælferðarsamfelagið Føroyar og Ríkisfelagsskapurin
Tað er nakað, sum bendir á, at vit í Føroyum eru afturútsigld, tá talan er um heilsutænastur, serforsorg og pensjónir. Talan er um málsøkið, sum ikki eru yvirtikin og tí eigur landsstýrið saman við donsku stjørnini at tryggja sama standard, sum í Danmark. Á fíggjarglógini fyri 2015 eru játtanirnar kortini hækkaðar nakað til vælferðartænastur, men ikki umvegis reguleringar í ríkisveitingini. Ein nýggj eftirlønarlóg varð sett í gildið frá 1. januar 2014 um samansparing til egna eftirløn – eitt stórt framstig á vælferðarøkinum.

Tað eru eisini ein røð av øðrum vælferðarøkjum og tænastum, sum eiga at eftirhyggjast, t.d.: 

- Heilsuverkið – bygnaður og tænastur o.a.
- Almannaverkið – veitingar, framtíðar útbyggingar á eldraøkinum o.a.
- Skúlaverkið – fólkaskúli, miðnám, hægri útbúgvingar o.a.
- Pensjónsviðurskifti o.a.** - Barnagarðsøkið o.a.
- Kommunubygnaður og samanleggingar
- Arbeiðsmarknaður
- Altjóða viðurskifti og krøv
- Arbeiðsloysisskipanin
- Aðrir partar av einari vælferðarskipan

Tíðin er nú komin, at ein komandi samgonga og landsstýrið seta út í kortið eina langtíðarætlan fyri, hvussu livilíkindini hjá føroyingum kunnu betrast og leggjast ein livistandardur, sum líkist tí danska, soleiðis at londini í Ríkisfelagsskapinum hava sama livistandard, tá talan er um felagsmál. Undir øllum umstøðum skulu vit royna at velja tað besta frá øðrum londum og lagað til okkara tørv og samfelag.

Útlitini fyri, at vit ikki varðveita verandi vælferðarstøðið við at lata standa til, er serliga til staðar, tá vit vita, at føroyska samfelagið um nøkur ár fer at verða sett saman við lutfalsliga fleiri brúkarum av vælferðartænastum og færri skattgjaldarum.

Samfelagsvirðini býtast rættvísari
Føroyska samfelagið í einum Ríkisfelagsskapi hevur væl ráð til at tryggja øllum borgarunum fleiri ágóðar frá teimum virðum, sum eitt nú eru í havinum frá okkara sjófeingi. 

Sjófeingið er sambært fiskivinnulóggávuni ogn Føroya fólks og verður rætt atborðið, so eigur ein størri partur av sjófeinginum at koma fleiri til góðar umframt at marknaðarkreftirnar sleppa at ráða í fiskivinnuni við ávísari regulering. Tað eiga eisini at verða sett á stovn nógv fleiri lønandi arbeiðspláss í fiskivinnuni, sum arbeiða við meirtilvirkan av rávørunum – kontra vaksandi útflutningur av primitivum vørum. 

Í løtuni fer fram t.d. ein ekstrem upphópan av kapitali í nøkrum heilt fáum feløgum og samtøkum í fiskivinnuni. Hetta skapar eina valdsójavnvág í samfelagnum og eina óhepnað vantandi umfordeiling av landsins virðum, sum við vissu fer at síggjast aftur í lægri vælferð um nøkur ár. Tí muga virðini í samfelagnum býtast og umfordeilast rættvísari og javnari.

Virðini, sum koma úr havinum ella sjófeingið er vorðið til uttan nakra vinnuliga arbeiðsíløgu ella framleiðsluíløgu. Tí er sjófeingið landsins ogn og samfelagið hevur ábyrgdina av at umsita hetta sjótilfeingið búskaparliga og lívfrøðiliga burðardygt.

Til samanberingar kann nevnast, at í alivinnuni eru eisini nøkur fá feløg, men hesi feløg verða rikin á marknarðartreytum og við sera nógvum partaeigarum. Í alivinnuni verður laksurin aldur ella framleiddur líka frá smolt til sølu av liðugtvøru. Alivinnan kann gerast ein støðug inntøka fyri vinnuna og samfelagið og harvið skapa eitt trygt grundarlag fyri einum dygdargóðum vælferðarsamfelag í framtíðini.

Eitt trygt og gott vælferðarsamfelag – verkætlanir og politiskar loysnir
Tað eigur at verða sett ein Bygnaðarnevnd, sum skal koma við uppskoti um at rationalisera føroyska samfelagið og har tænastur og møguleikar til brúkaran eru í fokus, og ikki lokal og onnur politisk seráhugamál. Eisini kann ein slík nevnd lýsa, hvussu landskassin í framtíðini kann útvega sær nýggjar og fleiri inntøkur, fremja rationaliseringar í fyrisitingini, kommunubygnaður o.a. Kommunufelagið eigur at verða partur av slíkum greiningararbeiði. 

Tað eigur eisini at verða sett ein Vælferðarnevnd at lýsa og greina, og koma við uppskotum um, hvussu ein framtíðar vælferðarskipan kann setast saman, umfordeiling og hvat er best at gera á sosiala økinum. Hetta arbeiðið kann verða grundarlag fyri einari breiðari politiskari vælferðaravtalu.

Hesar báðar politisku verkætlanir kunnu verða partur av einari komandi samgonguavtalu.

Tað eigur beinanvegin at verða farið undir samráðingar við donsku stjørnuna um at gera neyðugar reguleringar í ríkisveitingini við tí endamáli at tryggja sama livistandard ella sama standard á vælferðartænastum á teimum málsøkjum, sum enn ikki eru yvirtikin.

Fyri meg, sum politiskt hevði ábyrgdina av at framleiða verkætlanina um fólkavøkstur fyri Løgmansskrivstovuna, so eru samfelagligar bygnaðarbroytingar og samráðingar við donsku stjørnina um sama livistandard hjá føroyingum sum dønum, sera týðandi partur av arbeiðinum at framtíðartryggja okkara vælferðarskipan, og harvið eisini skapa karmar fyri búskaparligum tryggleika og fólkavøkstri.

Neyðugt verður politiskt at arbeiða visjónert, strategiskt langsiktað, og seta politiskt fokus á mál, sum betri kunnu framtíðartryggja og veruliga gagna okkara vælferðarsamfelag.

Johan Dahl
Landsstýrismaður í Vinnumálum