
- Vit løgdu greiðar ætlanir fyri at styrkja vælferðina og menna flestallar tættir í kommununi. Visjónin er virkin og vakin. Tað er hugaligt at staðfesta, at vælferð, menning og trivnaður er ein veruleiki. Vit hava fólkavøkstur. Vinnan hevur fingið alsamt betri sømdir, og vit nærkast at nøkta tørvin á grundøkjum, segði Heðin Mortensen, tá ið fíggjarætlanin fyri 2017 varð løgd fram í kvøld.
Kommunan yvirtók tænasturnar til aldrandi borgararnar fyri skjótt tveimum árum síðani. Borgarstjórin staðfesti, at játtanin frá landinum ikki røkkur til virksemið, og tí má kommunan játta sín lut.
- Vit hava serliga ábyrgd fyri hesum vælferðarøki. Politikkurin fyri aldrandi borgarar, sum býráðið samtykti, er við til at leggja kósina, og tað er upp til okkum at útinna hetta. Vit hava sett pening av til íbúðardepil. Endamálið er at stuðla undir tilgongdina soleiðis, at Bústaðir kann byggja eldraíbúðir sum liður í at fjøltátta bústaðarmarknaðin, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Ítróttin uppaftur betri umstøður
Á ítróttarøkinum eru fleiri stórarbeiði í gerð. Arbeitt verður við at byggja tvíhøll á Hálsi og at byggja ítróttarhøll í Skúlanum á Argjahamri. Samstundis er nýggi fótbóltsvøllurin í Hoyvík um at verða liðugur.
Farið er undir eina hugskotskapping, nú 50 metra svimjihylur verður bygdur í Gundadali.
Tórsvøllur verður projekteraður, og hetta er seinasta byggistigið. Arbeiðið verður liðugt á vári 2019. Tórsvøllur verður gjørdur í góðum samstarvi við FSF.
Í miðbýnum er lívLív er komið í miðbýin. Reinsaríið, Perlutúnið, Perlan, Trappan, Kongabrúgvin og Steinatún hava saman við eini blómandi handils-, undirhalds- og matstovuvinnu veruliga sett lív í býin.
Hildið verður fram við at menna miðbýin samsvarandi miðbýarætlanini. Og kommunuskúlin verður gjørdur um til 37 lestraríbúðir í løtuni.
Arbeiðsplássini framtíðartryggjað
Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini lagt dent á at skapa vinnuni góðar karmar. Á Skarðshjalla er vinnuøki útbygt, við Karlamagnusarbreyt er áhugin stórur fyri at keypa vinnuøki, har møguleiki er fyri at tvinna saman bústað og handilsinnu.
Tórshavnar havn verður endiliga bygd út, hundraðtals arbeiðspláss eru framtíðartryggjað, og lunnar eru lagdir undir stórar menningarmøguleikar, sum fara at føra við sær nýggj arbeiðspláss, fleiri inntøkur og betri trivnað.
Fíggjarætlanin 2017
Inntøkurnar frá kommunuskatti í 2017 eru mettar at hækka 5,6 prosent borið saman við fíggjarætlanina fyri 2016. Inntøkumetingin byggir á framrokning frá TAKS umframt eina hækking upp á 2,0 prosent.
Fíggjarætlanin er løgd við tí fortreyt, at skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður verandi 19,75 prosent komandi árið. Árligi barnafrádrátturin er 8.000 kr. Hædd er tikin fyri lønarvøkstri og virksemisbroytingum annars.
Á fíggjarætlanini fyri 2017 eru samlaðu inntøkurnar mettar at verða 881 mió. kr. samanbornar við 848 mió. kr. fyri 2016. Vøksturin er 3,9 prosent..
Av hesum eru rakstrarútreiðslurnar mettar at verða 680 mió. kr. samanbornar við knappar 645 mió. kr. í 2016. Munurin er 5,3 prosent. Størsti parturin av vøkstrinum fer til heilsu- og umsorganartænastuna.
Framhaldandi vælferð og menning
At enda segði borgarstjórin, at inntøkurnar vaksa og somuleiðis fólkatalið. Hetta kemur borgarunum til góðar. Kommunan varðveitir tey mongu góðu tilboðini, sum eru grundarlagið undir málinum um framhaldandi vælferð og menning.
Fíggjarætlanin 2017 er enn eitt stig á leiðini fram móti málinum.
Fíggjarætlanaruppskotið, sum verður lagt fram, byggir á sama skattaprosent sum í 2016, og tað er 19,75 prosent. Samgongan, ið er samstarv millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, siga hervið frá, at skattaprosentið skal lækka fyri fíggjarárið 2017, har verandi høga tænasta samstundi verður tryggjað.