Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Forkvinnan í Starvsmannafelagnum

Vælferð í vanda

Fakfeløg, politiska andstøðan og ungmannafeløg teirra møttu fjølment á fundi í hølum Starvsmannafelagsins 17. november 2011 kl. 15.

Á fundinum var breið og greið semja um staðiliga at mæla frá at skatta eftirlønina við inngjaldi.

Politisku umboðini, ungmannafeløgini og allarflestu fakfeløgini taka eisini greiða frástøðu frá uppskotinum um flatskatt, sum samgongan hevur ætlanir um.

Slík skattaskipan hevur við sær óbótaligan skaða fyri samhaldsfasta vælferðarsamfelagið Føroyar og økir óneyðuga um stættarmunin og trivnaðin í landinum.