Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Væleydnaður limafundur í Vági

Starvsnevndin hevur saman við umsitingini sett sær fyri at røkka út til øll feløg í landinum.

Sunnukvøldið 3. mars setti starvsnevndin og umsitingin í ÍSF ítróttarfeløgunum í Suðuroynni stevnu. Skipað var fyri einum sonevndum evniskvøldi, har umboð fyri øll ítróttafeløgini í Suðuroynni vóru boðin við.

6 feløg vóru møtt – íalt 25 nevndar- og ábyrgdarpersónar og fingu tey innlit í tað arbeiði, sum ÍSF ger.

ÍSF greiddi frá, hvussu ÍSF er skipað, og hvørji rættindir og skyldur feløgini hava mótvegis ÍSF. Evnini á fundinum vóru doping, tryggingarviðurskiftir, etisku leiðreglurnar, leikmeti, skeiðsvirksemi, skattaviðurskiftir, rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur, skrásetingarskipanin strandferðslukort og onnur viðkomandi evnir.

ÍSF fegnast um góðu uppmøtingina og góða kjakið, sum var. ÍSF fekk eitt gott innlit í tær avbjóðingarnar sum feløgini í Suðuroynni í hava.