Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Væleydnaður fiskivinnufundur á Toftum

Fiskivinna: Sera nógv fólk var komið saman til fund á Toftum, har Nes Kommuna skipaði fyri. Fundurin skuldi lýsa nógv ymisk vinnuviðurskiftir.

Føroyar sum Tilfeingisdepil, Fiskivinnusamstarv, og var eisini tosað um býtið av tilfeinginum í Føroyskum sjóøkið, tollviðurskifti o.a.

Í panelinum vóru Løgmaður, Vinnumálaráðharrin, Fiskimálaráðharrin, stjórin á Fiskamarknað Føroya, Jens Chr. Olsen, stjórin í P/F Eysturoy, Johannus M. Olsen, stjórin á Vaðhorn, Jógvan Gregersen, og stjórin í Framherja, Anfinn Olsen.

Føroyar samansett av fleiri deplum.

Tað kom greitt fram, at Føroyar í dag er samansett av fleiri deplum ella kraftsentrum, og skulu vit áhaldandi menna okkum á flest øllum økjum.

Vinnumálaráðharrin Jóhan Dahl tosaði um, at møguligt var at nýta Skálafjørðin til enn meira offshorevirksemið, og fiskimálaráðharrin Jacob Vestergaard segði seg fegnast um tað áræðið ið var hjá vinnulívsfólkunum, og fegnaðist hann um økta virksemið og vísti eisini á, at góðar kreftir í vinnuni eisini gera íløgur kring landið. Tosað var nógv um feskan fisk og frystan fisk og vísti fiskimálaráðharrin á, at vit høvdu góðar feskfiskamarknaðir, ið vildðui gjalda góða prís fyri feskan daggamlan fisk. Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen segði, at hann vónaði, at vit fóru sjálvir at framleiða so nógv av okkara ríkidømið úr havinum og vísti á, at talan var um eini 4 til fimm hundratúsund tons av mæti í okkara sjóøkið, og at hetta hevði stór virðir. Samstundis vísti bæði Løgmaður og Vinnumálaraðharrin á, at ynskiligt er at framleiða meira frystan fisk fyri at fáa betri góðsku, javnari framleiðslu og støðugt arbeiði, og hetta var stjórin á Vaðhorn Seafood eisini samdur í.

Toftir eisini ein miðdepil.

Eins og Borgarstjórin vísti á í sínari setanarrøðu, so vístu fleiri røðarar eisini á, at Toftir í dag er ein miðdepil fyri føroyska fiskivinnu, og serliga tá tað kemur til botnfisk.Vit kunnu nevna partar av tí virksemi og tænastum sum í dag eru á havnalagnum á Toftum: skip og bátar, landingarmiðstøð, fiskamarknaður, kassamiðstøð, fiskavirkir, saltsøla, ísvirki, agnsøla o.a.

Hoyvíkssáttmálin og tollviðurskifti.

Tað kom tíðliga fram, at Hoyvíkssáttmálin og tollviðurskiftir vóru viðurskiftir, ið gjørdu tað trupult at hava samhandil við Ísland og innflyta frystan fisk. Tað kom tíðliga fram, at virkini skulu hava betur møguleikar at keypa og virka frystan fisk. Eisini var nógv tosað um tollviðurskifti og Hoyvíkssáttmálan og hvat kundi gerast fyri at betra okkara samhandilsviðurskiftir við eitt nú Ísland og Russland. Politikararnir lovaðu at royna at betra Hoyvíkssáttmalan.

Uppboðsøla ella ikki.

Nógv var eisini tosað um uppboðsølu og vóru tað fólk ið søgdu, at allur fiskur skuldi um eina uppboðsølu, meðan onkur helt at tað skuldi vera púra frítt at selja, har ein sjálvur ynskti tað.

Harðar politiskar ásetingar um uppisjóðarlandingar.

Í Føroyum ásettu politikarar munandi harðari treytir enn í grannalondunum, tá talan var um hjáveiðu í makrelfiskiskapinum og ávirkaði hetta munandi veiðumøguleikarnar og landingar í Føroyum.

Býtið av Makrelinum, fiskiveiða og uppisjóðarvinnan.

Nógv var tosað um makrelin, og segði fiskimálaráðharrin, at hann ikki fór at býta makrelin út á hesum fundi. Stjórin í Thor segði, at tað var ein sjálvfylgja, at so nógvir skipabólkar fingu av hesum ovurhonds rættindum, ið eru í Føroyskum sjóøkið, og helt hann, at Línuflotin ikki skuldi smæðast og krevja sín rætt til makrelin eisini. Vinnumálaráðharrin segði, at sjálvandi skuldi Línuskipini eisini hava makrel. Meðan Fiskimálaráðharrin ikki heilt visti enn, hvussu man kundi geva einum skipabólkið makrel, ið ikki kundi fiska makrel. Løgmaður segði, at hann vónaði, at vit kundu fáa allan fisk vit fiska til virkingar í Føroyum. Greiður Vinnumálaráðharri.

Vinnumálaráðharrin segði, at tilfeingið skuldi verða til gagns fyri alt landið, og vísti hann á, at eginkvotur til skipini kundi veri ein gongd leið. Anfinn Olsen vísti á, at neyðugt var við tryggum karmum og líka rættindi fyri øll í vinnuni. Hann helt tað var óheppið við dulnevndum ráðgevum og helt, at vit skuldu hava eitt opið samfelag og "fair play". Hetta tosaði løgmaður eisini um, at tað mátti vera "fair play". Anfinn vónaði, at teir ið eru í vinnuni, eisini verða spurdir og ikki bara teir í royna at troka seg inn sum hann tók til.

Egil Olsen vísti á, at uppisjóðarvinnan hevur gjørt risa íløgur í samfelagnum bæði á sjógvi og landi og spurdi um tað var “er tað ein trupulleiki, at feløg í fiskivinnuni forvinna nógvan pening”. Vinnumálaráðharrin svaraði, at í umleið 10 ár hava tey fáu skipini í uppisjóðarvinnuni akkumulerað ein kapital uppá umleið 1,8 milliard krónur og tað er rætt og gott, at teir nú gera íløgur, men segði hann eisini, at tey virðir ið eru í vinnuni nú ikki hava veri har áður og nú hava vit virðir ið koma uppá fleiri milliardir, og helt hann, at man eigur at býta virðini annarleiðis, og tað eiga at koma fleir aktørar inn í vinnuna, sum hann tók til, og fáa nakað burturúr hesum tilfeinginum, sum vit hava fingið afturat.

Tað, at vit hava fingið so nógv tilfeingið av sild og makreli, gongur sjálvsagt útyvir tað vit hava av botnfiskin, tað sigur seg sjálvt, sigur Johan Dahl, hann vísir víðari á, at aðrir aktørar, sum eru í vinnuni, skulu fáa part av hesum. Sum nú er tað flakatrolara og uppisjóðarskipini ið forvinnan nógv. Hýran við línuskipinum er millum 200.000 til 250.000 um árið meðan dagshýran við uppisjóðarskipum er 10.000 kr um dagin. Tað er eisini ójavnin vit hava møguleika at gera nakað við, nú so nógv ríkidømið er í havinum. Johan Dahl segði, at tað eru eini 400.000 túsund tons í Føroyska sjóøkinum, og tey eiga at koma øllum samfelagnum tilgóðar, segði Johan Dahl vinnumálaraðharrin at enda í sínari framløgu sum panelluttakari.

Rækjuskipari vísti eisini á, at teir og fleiri skip hava mist týðandi fiskirættindir orsakað av føroysku uppisjóðarveiðuni, og spurdi hann hvussu myndugleikarnir vildu hjálpa hesum skipabólkum og feløgum. Sum vit skiltu tað, so var breið semja um, at tey skip í komu í klemmu av hesum skuldu fáa kompensatión.

www.nes.fo  hevur hesa keldu: www.24timar.com - eisini hevur www.24timar.com fleiri myndir frá fundinum.