Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VÆLEYDNAÐUR BORGARAFUNDUR UM SKANSABRYGGJUNA

Í gjárkvøldið var stóri borgarafundurin um Skansabryggjuna hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt. Útivið 300 vælupplagdir áhoyrarar vóru møttir til stóra fundin, sum kommunan skipaði fyri. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og hevði síðan eina longri áhugaverda framløgu, har hann greiddi frá søguni hjá Tórshavnar havn, menningini gjøgnum tíðirnar, hví neyðugt er at víðka havnina og hví hildið verður fast um, at verandi ætlan er besta loysnin. Hann fór í smálutir um dagsins trupulleikar av eini havn, sum ikki er útbygd seinastu 15 árini.

Aftaná greiddi Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevnd Tórshavnar býráðs, nærri frá stóra týdninginum av Tórshavnar havn sum arbeiðsplássi og um stóra tørvin á bøttum samstarvi millum Tórshavnar havn og vinnuna í høvuðsstaðarøkinum. Serliga gjørdi hann burturúr, hvussu stóran týdning virksemið hjá Tórshavnar havn hevur fyri aðra vinnu í býnum.

Síðan greiddi Jónsvein Lamhauge, havnameistari, frá um sjálva ætlanina. Hann greiddi neyvt frá, hvussu nýggja havnin verður skipað, gjøgnumgekk árinskanningarnar og greiddi eisini frá. hvussu økið frammanfyri Skansan verður skipað, bæði við atliti at Smyrli og Norrønu, ferðamannaskipum og bingjuskipum. Eisini gjørdi hann nógv burturúr, hvussu útbyggingin fer at ávirka kyrruna í Havn og á Argjum.

At enda greiddi Mikael Viderø, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, frá um serstøku byggisamtyktina, sum býráðið hevur samtykt fyri økið. Hann greiddi neyvt frá eitt nú sundurbýtingini av økinum á nýggja havnalagnum, har hæddin verður lægst frammanfyri Skansan og hækkandi úteftir Molanum.

Aftaná kaffi var orðið frítt og fleiri nýttu høvið til at siga nøkur orð bæði fyri og ímóti, eins og borgarstjórin og serliga havnameistarin svaraðu fleiri spurningum. Sermerkt var, at ongin mælti til at flyta havnina úr Havn. Borgarstjórin segði eftir fundin, at talan var um ein siðiligan og áhugaverdan fund, har góð hugskot og alternativ komu fram, serliga við atliti at serstøku byggisamtyktini, sum kommunan avgjørt tekur til sín.