Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Væleydnað vitjan í Aberdeen

Í gjáramorgun høvdu umboðini fyri Tórshavnar kommunu og Tórshavnar havn fund við Grampian Chamber of Commerce í Aberdeen, ið er eitt slag av handilskamari og vinnuhúsi fyri Grampianøkið. Á fundinum helt Annfinnur Hjelm frá Tórshavnar havn fyrilestur um vinnumøguleikar og útbyggingingarætlanir í høvuðsstaðnum, serliga við atliti at eini komandi oljuvinnu.

Á tí einu myndini sæst Heðin Mortensen, borgarstjóri, handa eina gávu til Liam Smyth, leiðari á Grampian Chamber of Commerce. Hetta var ein glasfuglur frá Mikku. Á eini mynd síggjast Jógvan Arge, varaborgarstjóri, saman við varaborgarstjóranum í Aberdeen, John Reynolds-

Felagsmyndin er frá vitjanini hjá Grampian Chamber of Commerce.