Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Væleydnað træplanting á Skála

Mánamorgunin 21. mai plantaðu børn úr barnagarðinum og skúlanum á Skála útvið 400 trø á økinum millum skúlan og barnagarðin á Skála.

Byrjað varð við samkomu í skúlanum, har Don Joensen, skúlastjóri, Magnus Rasmussen, borgarstjóri, Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari, Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, og Hansina Dahl frá Føroyaprent, sum lat trøini, hvør í sínum lagi høvdu stuttar røður. Felagssangir vórðu eisini sungnir.

Síðani varð farið út á økið. Børnini vórðu skipaði í bólkar og fóru so undir at planta trøini á økinum.

Ein heildarætlan er fyri økið við m.a. gøtu, sparkivølli og amfiteatri, og koma trøini so við og við at líva væl og geva økinum ein sermerktan dám.

Spennandi verður at fylgja við gróðurinum.

Kelda. www.runavik.fo