Væleydnað ráðstevna um harðskap
Tað var fyri fullum sali, at Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, setti ráðstevnuna "Harðskapur í familjuni".
Afturmeldingarnar hava verið sera jaligar og er vinnumálaráðharrin sera væl nøgdur við undirtøkuna.
Setanarrøðan hjá Johan Dahl: Góða morgun øll somul Gott at síggja, at so nógv eru møtt í morgun til hesa ráðstevnu.
Ein ráðstevna, sum eg vænti bjóðar upp á áhugaverdar og kveikjandi fyrilestrar – við vitan og íblástri, sum vit kunnu taka við okkum heimaftur.
Vónandi føla vit tá eisini, at vit hava betri innlit í evnið: harðskap í familjuni. Tað, at vit eru so nógv her í dag, sigur mær, at vit vita, at harðskapur í familjuni er ein veruleiki í okkara samfelagi.
Ein veruleiki, ið tit sum fakfólk ynskja - og síggja fyri neyðini - at fáa størri vitan um. Og tað er ein veruleiki, sum eg, ið varði av hesum øki, vil gera nakað við.
At hava gjørt eina heildarætlan fyri Føroyar um harðskap og nú hesa ráðstevnuna, haldi eg er eitt neyðugt og gott átak- hetta er eitt breitt politiskt samstarv, sum hevur ført okkum hertil og eg eri sera glaður fyri at vera tann landsstýrismaður, sum hevur samlað liðið og eru komin hertil, sum vit eru í dag. Í hesum arbeiði hava, um framt Vinnumálaráðið (sum varðar av javnstøðu), Heilsumálaráðið, Almannamálaráðið, Innlendismálaráðið og Mentamálaráðið.
Eisini hevur politiski fylgibólkurin við umboðum úr øllum flokkum víst dyggan stuðul í arbeiðinum og hesum vil eg takka teimum fyri. Í januar mánaði í ár setti eg, saman við landsstýrinum, ein arbeiðsbólk at gera eina heildarætlan, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og steðga harðskapi í familjuni. Heildarætlanin varð síðani løgd fram á Kvinnudegnum, 8. mars 2011.
Ein heildarætlan er, sum heitið sigur, ein yvirskipað ætlan fyri landið, sum vísur ta samlaðu og skipaðu tilbúgvingina á harðskapsøkinum. Í heildarætlanini eru 18 átøk og hesi eru býtt upp í fýra bólkar av átøkum. Tey eru: • Fyribyrging og upplýsing um harðskap • Stuðul til harðskaparrakt • Viðgerð til teirra, sum fremja harðskap og • Átøk, sum venda sær móti fakfólki og myndugleikum.
Heildarætlanin verður sett í verk frá 1. januar 2012, t.v.s. longu um nakrar fáar mánaðir og fevnir yvir eitt 5-ára tíðarskeið. Tað hevur tó glett meg at síggja, at fleiri stovnar, myndugleikar og fakfólk eru longu farin til verka við nøkrum góðum tiltøkum, fyri at fyribyrgja og steðga harðskapi. Her kann t.d. nevnast:
• Tiltøkini hjá SSP og hjá Gigni
• Bókaútgávan hjá Kvinnuhúsinum, sum umfatar tríggjar bøkur við heitinum “Ævintýreskjan”, ið snúgva seg um harðskap og ætlaðar børnum, men lisnar av fakfólki, sum t.d. pedagogum.
• Og eg veit, at onkur annar skrivar í løtuni eisini bók um harðskap, sum er ætlað fakfólki. Vit í Vinnumálaráðnum hava tó merkt, at tað er ein tørvur á at varpa ljós á hetta evnið nú, innan heildarætlanin verður sett í verk í 2012.
Vit hava merkt, at tit sum yrkisbólkar fegin vilja fáa størri vitan um harðskap í familjuni - tí tað eru tit, sum møta trupulleikanum og skulu fyrihalda tykkum til harðskap á einum professionellum støði - og krevur tað, at tit hava neyðugu vitanina og amboðini.
Eg vóni, at hendan ráðstevnan kann hjálpa eitt sindur við hesum. Tað arbeiðið sum tit, sum møta harðskaparraktum vaksnum og børnum – ella teimum sum fremja harðskap, útinna, fevnir sjálvandi eisini um viðurskifti kring t.d. fráboðanarskylduna, fyribyrgingararbeiði, tilbúgving og viðgerð til harðskaparraktar familjur, ákæru og handfaring av teimum, sum eru harðlig o.s.fr. Men tað er kanska ikki altíð líka lætt at fáa eyga á harðskap.
Tí harðskapur kann vera so nógv. Tann likamligi harðskapurin er tað, sum ofta rennur okkum til hugs, tá vit umrøða harðskap. Men sálarligur harðskapur, kynsligur harðskapur, materiellur harðskapur og fíggjarligur harðskapur eru eisini harðskapur. Hesi kunnu enntá hava meira ógvuslig árin enn likamligi harðskapurin – serliga tí hann er so trupul at fáa eyga á. Í mars mánaði, tá heildarætlanin varð løgd fram, var eisini nakað av miðlaumtalu í sambandi við heildarætlanina og um harðskap sum heild.
Millum annað vóru nakrar útvarpssendingar, har ljós varð varpað á harðskap í familjuni. Tað, at vit framhaldandi varpa ljós á hetta evnið er neyðugt fyri so við og við at bróta tøgnina. Vit hoyra t.d. frá Kvinnuhúsinum, at tey merkja ein mun við at harðskapur ikki er eins tabulagt, sum tað var fyrr.
Kvinnuhúsið hevur eisini fleiri, sum hava verið fyri harðskapi og sum vilja práta um tað, sum tey hava verið fyri. Her er eisini talan um fleiri heilt ungar kvinnur. Hetta sigur mær so mikið sum tað, at vit eru byrjað at bróta tøgnina, sum valdar kring harðskap í familjuni. Tað ger mun at tosa um harðskap. Tit sum fakfólk sita her í dag, tí tit vilja gera ein mun hjá familjum, sum eru fyri harðskapi.
Eg sum landsstýrismaður vil gera mun - Eg sum menniskja vil gera mun. Tí tað er eyðsæð, at harðskapur hevur øgilig árin á tey, sum eru fyri harðskapi. Likamlig og sálarlig mein, bæði her og nú og seinni í lívinum. Angist, lágt sjálvsvirði, tunglyndi og svøvntrupulleikar. Hetta eru bert nøkur eyðkenni, sum harðskaparrakt kunnu hava.
Hartil kunnu børn, sum liva við harðskapi, hava trupulleikar í vinaløgum, vera aggressiv, klára seg illa í skúlanum og fáa langtíðar trupulleikar so sum trauma. Vit fara í dag at hoyra eitt sindur um hesi árin. Hvussu ein tíverri alt ov stórur partur av teimum, sum hava verið fyri harðskapi, hava sera trupult við at fáa eitt gott lív.
Fleiri enntá kunnu vera lantíðar sálarliga sjúk, hava trupult við at hava eitt støðugt arbeiði og eru fylgd av tí, tey hava verið fyri. Ja, avleiðingarnar kunnu vera nógvar og ógvusligar. Hetta skulu vit sum samfelag ikki vera vitni til. Hetta vil eg sum landsstýrismaður og sum menniskja heldur ikki vera vitni til. Vit skulu bróta tøgnina.
Ráðstevnan í dag ber heiti ”Harðskapur í familjuni” og sum tit síggja, fevnir skráin rættiliga breitt og fara vit m.a. at hoyra um:
• Felagsskapin Børn og Unge i Voldsramte familier: Vit fara at hoyra um arbeiðið hjá hesum felagsskapi
• Unnustuharðskap: Gransking vísir, at tey ungu, frá 16-24 eru ein serliga útsettur bólkur, tá talan er um harðskap í parlagnum. Tí hava vit valt eisini at seta sjóneykuna á hetta økið.
• Harðskapur í parlagi sum søguligt fyribrygdi: Vit fara at hoyra um, hvussu harðskapur í allar tíðir er komin fyri millum hjún, og at fatanin av harðskapi er tíðarbundin.
• Vit fara at hoyra um føroysk ung og posttraumatiska strongd: Út frá kanningum av føroyskum, íslendskum, donskum og litavskum skúlanæmingum verður hugt at, hvørjar orsøkir kunnu vera til, at føroysk ung oftari fáa posttraumatiska strongd enn ungdómur í londunum kring okkum. Spurningur verður settur, um tað er tí, at tey oftari eru fyri kynsligum og kroppsligum ágangi enn hini, ella kunnu aðrir psyko-sosialir faktorar vera orsøkin?
• Viðgerð av harðligum monnum
• Harðskapur í móti børnum og ungum og fráboðanarskylduna
• Kynsligur og harðligur ágangur móti børnum, og leikluturin hjá teimum vaksnu
• Vit fara at hoyra um føroyskar harðskaparraktar familjur
• Eisini fara vit at hoyra um hvørji árin harðskapur kann hava á viðgongutíð, barnsburð og nýggju familjuna
Sum tit hoyra, eru fleiri sjónarhorn umboðað á ráðstevnuni, men harðskapur er eisini eitt øki, ið fevnir breitt, sum nógvir myndugleikar og fakbólkar koma ella kunnu koma í samband við.
Børn eru rættiliga væl umboðað í skránni og orsøkirnar til hetta eru tvinnar:
1. Fyri tað fyrsta eru børnini í eini sera truplari støðu. Tey hava ikki biðið um at búgva í einum harðskaparraktum heimi og hava ikki møguleika at flyta seg úr støðuni - á sama hátt sum ein vaksin kann – hóast eg veit, at tað eisini kann vera sera trupult hjá einum vaksnum persóni.
2. Fyri tað næsta síggi eg tað sum ein týðandi liður í fyribyrgingararbeiðinum, at sjóneykan verður sett á børnini. Gransking vísur nevniliga, at skjót inntriv geva bestu úrslit, tí tey kunnu bæði steðga og fyribyrgja. Tað er nevniliga tíggju ferðir sannlíkari, at dreingir, sum hava verið fyri harðskapi, sjálvir verða harðligir sum vaksnir. Aðrar kanningar vísa eisini, at gentur, sum eru fyri harðskapi, kunnu verða harðligar sum vaksnar. Somuleiðis er vandi fyri, at børn, sum hava verið fyri harðskapi ella hava upplivað hann, góðtaka harðskap seinni í lívinum.
Eg vóni, at vit saman hava ein góðan dag og kenna okkum betri í latin til at arbeiða víðari við harðskap í familjuni.
Takk fyri og góða ráðstevnu.