Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Væleydnað nýggjársshow á ísvøllinum

Undirhaldið við ísskoyting nýggjársaftan eydnaðist sera væl, hóast sjónvarpingin ikki var so væleydnað.

Skipað varð fyri hugnaløtu við ísvøllin, áðrenn bálini vórðu tendrað. Tiltakið var ókeypis og alment og umfataði ymiskt undirhald, m.a. sýndi Halla Iversen síni kynstur. Hon luttekur regluliga í kappingum á høgum stigi í Danmark.

Borgarstjórin Heðin Mortensen, sum sendi Føroya størstu rakett avstað frá ísvøllinum, upplýsti, at tiltakið var ein lítil byrjan til eitt størri tilboð til allar borgarar í landinum um at halda nýggjár í høvuðsstaðnum, har matstovur, gistingarhús o.o. frá og við næsta nýggjárshaldi verða við í einum størri tilboði um eitt hugnaligt nýggjárshald í Havnini.