Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bjørg Tysdal Moe, varaborgarstjóri i Stavanger, Heðin Mortensen og Jógvan Arge.

Væleydnað móttøka umborð á Westward Ho

Í góðveðrinum seinnapartin í gjár, høvdu Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommuna móttøku fyri innbodnum gestum umborð á Westward Ho, ið liggur við bryggju í Stavanger í sambandi við ONS oljuráðstevnuna.

Eins og undanfarin ár eydnaðist tiltakið sera væl.

Hópur av gestum, umboðandi vinnulív og myndugleikar úr ymiskum londum, vitjaðu umborð á sluppini, sum týðiliga vekir áhuga í Stavanger. Gestirnir hugnaðu sær við práti sínamillum og royndu ræst kjøt, turran fisk, grind o.a. frálíkan føroyskan mat, ið Hotel Føroyar borðreiddi við.

Samstundis undirhildu Jens Marni, Hallur og Kristina við tónleiki í tjaldinum á brygguni.