Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Væleydnað evniskvøld í Klaksvík

ÍSF er farið undir eitt nýtt átak. Starvsnevndin hevur saman við umsitingini sett sær fyri at røkka út til øll feløg í landinum. Málið er at koma runt til øll feløgini, áðrenn komanndi aðalfund hjá ÍSF.

Fyrsta tiltak av hesum slag var í loftinum í KÍ-høllini Klaksvík mikudagin tann 2. november. Umboð fyri øll ítróttafeløgini í Norðoyggjum vóru boðin við. Umleið 30 fólk møttu umframt starvsnevnd og umsiting hjá ÍSF.

ÍSF greiddi frá, hvussu ÍSF er skipað, og hvørji rættindir og skyldur feløgini hava mótvegis ÍSF. Evnini á fundinum vóru doping, tryggingarviðurskiftir, etisku leiðreglurnar, leikmeti, skeiðsvirksemi, skattaviðurskiftir, rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur, strandferðslukort o.a.

Drúgt kjak varð um ymisku evnini. T.d. vísir tað seg, at feløgini taka happing í størsta álvarsemi – og at etisku leiðreglurnar hjá ÍSF er eitt sera hent amboð, tá t.d. foreldrafundir eru á skránni. Somuleiðis kom fram ynski frá feløgunum um at hava skeiðsvirksemi í t.d. Klaksvík.

Umframt tørvin á leiðara- og venjaraskeiðum varð víst á, at stórur tørvur er á skeiðum fyri nevndarlimir í ítróttarfeløgum. ÍSF takkar hjartaliga feløgunum, sum møttu upp til til hetta átak – og vónar at feløgini somuleiðis fingu nakað burturúr.