Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Væl umboðað landsstýri á fundi við kommunurnar

Hósdagin 12. apríl 2012 var Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, saman við fýra landsstýrisfólkum og fleiri embætisfólkum á vitjan í Norðoyggjum, her tey høvdu kunnandi fund við kommunustýrini um komandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanleggingar.

Hilmar Høgenni, deildarstjóri á Kommunudeildini í Innlendismálaráðnum, stjórnaði fundinum, sum varð hildin í býráðshøllini í Klaksvík, har løgmaður og tey fýra landsstýrisfólkini greiddu frá teirra málsøkjum í mun til ætlaðu samanleggingarnar, sum fólkð nú fær høvið at siga sína hugsan um.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, helt hetta vera eina søguliga fólkaatkvøðu, tí hetta er fyrstu ferð, síðan kommunu sóu dagsins ljós í 19. øld, at alt fólkið í Føroyum fær høvi at siga sína hugsan um kommunubygnaðin.

Kári P. Højgaard, landsstýrismaðurin í innlendismálum, herundir eisini kommunumálum, greiddi síðani frá søguni og fortreytunum fyri fólkaatkvøðuni, sum verður hósdagin 3. mai 2012.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, herundir eisini eldraøkinum, var triðja landsstýrisumboðið, sum fekk orðið á fundinum, og greiddi hon frá fyrireikingunum av at leggja umsitingina og ábyrgdina av eldraøkinum út til kommunurnar.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum eisini hevur evstu umsitingarligu ábyrgd av fólkaskúlanum, greiddi frá teimum ætlanum, sum eru innan fólkaskúlaøkið, har ætlanir eisini eru frammi um at lata umsitingina av skúlanum út til nakrar størri kommunalar eindir, sum tó framhaldandi – eins væl og eldraøkið – verða undir eftirliti landsstýrissins.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var seinasti landsstýrismaðurin, sum fekk orðið á fundinum, har hann greiddi frá teimum fíggjarligu fortreytunum og avbjóðingunum, sum liggja í málinum um samanlegging í størri kommunalar eindir og útdelegeringini av fleiri málsøkjum. Landsstýrismaðurin legði dent á, at landsstýrið er opið fyri at finna ta best møguligu loysnina í samráð við kommunurnar.

At enda varð høvið hjá kommunustýrislimunum at seta spurningar, og varð síðan samskift um ymsar partar av hesum stóra máli, sum nú verður lagt út til fólkaatkvøðu hósdagin 3. mai 2012.