Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útvarp í Leirvíkstunlinum

SENDIÚTGERD: Leirvíkstunnilin er tann ferðslutyngsti tunnilin eftir í landinum, har ikki hevur borið til at hoyra útvarpsrásirnar. Hetta er nú søga. Eins og í Kollfjarðartunlinum er Landsverk farið víðari við skipanini, sum nú eisini er sett upp í Leirvíkstunlinum.

Í morgun kundu bilførarar, sum koyrdu í Leirvíkstunlinum, á fyrsta sinni fegnast um, at útvarpssignalið ikki hvarv, tá teir koyrdu inn í tunnilin.

Týskvøldið og í nátt hava fólk arbeitt við at seta upp útgerð í Leivíkstunlinum, sum nú ger tað møguligt at hoyra útvarp í tunlinum.

Á vári 2012 varð sendiútgerð sett upp í Kollfjarðartunlinum, og nú er sami útbúnaður settur upp í Leivíkstunlinum.

Ætlanin er eisini at fáa sonevnt ferðsluútvarp upp at koyra í flestu tunlum, sum nú hava útvarpsútgerð, har Politiið hevur møguleika fyri at bróta útvarpið av og tosa boð inn, um okkurt skuldi verið áfatt í tunlinum ella í ferðsluni annars. Hetta verður tó ikki klárt fyrr enn seinni í ár.

Eins og í Kollfjarðartunlinum eru antennur settar upp í Leirvíkstunlinum fyri hvørjar 200 metrar í tunlinum, so signalið ongastaðni hvørvur í tunlinum. Talan er um eina íløgu, sum liggur um 400.000 krónur.

Við Leivíkstunlinum hoyrast útvarpsrásirnar nú í sjey av ferðslutyngstu tunlunum í Føroyum. Hinir eru Vága- , Norðoya-, Hovs-, Norðskála-, Leyna- og Kollfjarðartunnilin.