Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uttanríkisráðið er enn ein rótibutikk

LANDSGRANNSKOÐANIN: Landsgrannskoðanin heldur, at roknskaparviðurskiftini hjá Uttanríkisráðnum hava ikki verið nøktandi, og hevur fleiri tilmæli.

Landsgrannskoðanin hevur mælt til, at leiðslan raðfestir bókhaldið hægri og skipar soleiðis fyri, at reglurnar í roknskaparkunngerðini verða fylgdar.

Landsgrannskoðanin heldur, at nýtslan av kredittkortum hjá Uttanríkisráðnum er ikki í samsvari við ásetingarnar frá Fíggjarmálaráðnum, tá ið kredittkortini verða brúkt í so stóran mun og til so nógv endamál.

Landsgrannskoðanin hevur mælt til, at Uttanríkisráðið ásetur eina mannagongd at tryggja transaktiónsslóðina, soleiðis at tað ber til at finna skjalið til hvørja bóking sær, uttan at skula leita ígjøgnum øll skjølini til kredittkortini (talan kann vera um eini 100- 200 skjøl til hvørja uppgerð).

Landsgrannskoðanin heldur tað ikki vera nøktandi, at vegleiðingin frá Fíggjarmálaráðnum um “ferðauppgerð fyri tænastuferðir uttanlands” ikki verður fylgd.

Um so er, at ikki ber til at brúka reglurnar, átti Uttanríkisráðið, sum minsta mark, at greitt frá á ferðauppgerðunum, hvør orsøkin er til hægra endurgjaldið.

Umsitingardeildin greiddi frá, at skuldarabókhaldið hjá Uttanríkisráðnum varð stemmað av í 2007, men at síðani er tað ikki stemmað av regluliga. Til miðskeiðis í 2011 høvdu sendistovurnar í Keypmannahavn, London og Brüssel egið bókhald, og hava tað partvís enn. Tað hevur gjørt, at Uttanríkisráðið ikki visti um allar bókingarnar av fakturum, fyrr enn “rættindi og listar vórðu samantvinnaðir í 2011”.

Landsgrannskoðanin heldur tað ikki vera nøktandi, at skuldarar og ognarar ikki verða stemmaðir av regluliga. Vit halda tað ikki vera nøktandi, at Uttanríkisráðið ikki veit um útistandandi skuld hjá sendistovunum.

Landsgrannskoðanin heldur, at roknskapurin fyri “verkætlanir” ikki er nóg gjøgnumskygdur.

Vit hava biðið Uttanríkisráðið um endaligar roknskapir fyri verkætlanirnar ESA og NoCrY, men hava ikki fingið teir.

Út frá tølunum í Búskaparskipan landsins halda vit, at tað ber ikki til at síggja, hvat samlaði kostnaðurin fyri hvørja verkætlan sær er, ella hvussu fíggingin av teimum er sett saman.

Sostatt kann staðfestast, at uttanríkisráðið er enn ein rótibutikk.