Uttan privatar íleggjarar verður einki grønt orkuskifti
SEV hevur av álvara spent fíggjarliga bogan fyri at kunna fara undir at gera eina pumpuskipan í Vestmanna. Tað varð sagt í “Breddanum” hjá Kringvarpinum í farnu viku. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, vísti í sendingini á, at pumpuskipanin kostar umleið 1,3 milliardir krónur, og skuldin hjá SEV er frammanundan 1,7 milliardir krónur. Skuldin er tí longu á markinum fyri, hvat SEV kann lána.
Skulu vit fylgja ætlanini um at øll elframleiðsla á landi skal vera grøn í 2030, so skulu einar 30 – 40 stórar vindmyllur setast upp tey næstu 8 árini. Men hvør skal rinda hesa íløguna, nú SEV skal brúka alla sína fíggjarligu orku til pumpuverkið?
Tað er tí neyðugt at onnur koma við pengum, um hesar íløgurnar skulu gerast. Umboð fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi hava í løgtinginum sagt, at ætlanin um at gera hetta møguligt er tað sama sum at “petta SEV sundur” ella at “knúsa SEV”. Rætta orðið er “samstarv”. Skulu vit hava grøna orkuframleiðslu í 2030, so mugu bæði SEV og aðrir framleiðarar samstarva. Bert á tann hátt verður føroyska elframleiðslan grøn, og tað undrar meg, at politiskir flokkar sum siga seg umboða ta grønu kósina, hava sett føtur í spenni, fyri at forða hesum einasta vegnum móti grønari orku.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin