Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útróðurin skal bjargast!

Løgtingsmál nr. 126/2012: Uppskot til samtyktar um inntøkutrygdarskipan fyri útróðurin, bólk 5.

Uppskot til samtyktar.

Heitt verður á landsstýrið um at skipa fyri eini inntøkutrygdarskipan fyri útróðurin, bólk 5, vetrarmánaðirnar.

Viðmerkingar:

Sæð í søguligum ljósi er útróðurin kjølurin, sum øll okkara fiskivinna er sprottin úr. Fornfrøðiligar rannsóknir vísa okkum, at landnámsfólkini høvdu fisk sum týdningarmikið føðslugrundarlag so mikið tíðliga sum ár 700.

Útróðurin er eisini ein av okkara ímyndum, tá tað snýr seg um vinnulig framtaksøkir og útrásir. Grønlandsútróðurin er ein av stinnu søguligu royndunum hjá føroyingum at taka land og vinna vinnuligt veiðiøki.

Fíggjarliga hevur útróðurin, bæði sum høvuðsinntøka og sum hjáinntøka, havt sera stóran týdning fyri føroysku familjuna og fyri føroyska landshúsarhaldið.

Tað er eisini á útróðri, at flestu alvar fáa sínar fyrstu royndir í fiskiskapi, kenna og draga at borði. Saman við abba, pápa, beiggja ella onkrum øðrum vin,- og skilmanni. Tí hevur útróðurin eisini týdning í dag, sum klekingardepil fyri komandi lunnar undir føroyskari fiskivinnu. Tað er her, at veiðimannamentanin fær sínar fyrstu veruligu royndir.

Útróðurin er í dag komin at eini støðu, har høvini skilja seg. Soleiðis skilt, at grundarlagið hjá nógvum av okkara útróðrarmonnum er ridlandi við vánaligu tilgongdini av fiski á føroysku grunnunum seinnu árini. Tølini tala, verður sagt, og í hesum føri er talan greið. Í skrivandi stund eru fullriknu útróðrarbátarnir so fáir sum ongantíð áður, og í vetur hevur talið verið niður ímóti einum tíggjundaparti av tí, teir einaferð vóru. Og uttan iva eru fleiri av okkara útróðrarmonnum sum av álvara umhugsa sína vinnuligu støðu. Fyri meg er tað rættiliga óskiljandi, at teir undir hesum fortreytum megna at liva eitt rímiligt lív fíggjarliga.

Sjálvur tók eg ikki undir við hugsanini um at gera inntøkutrygdina til arbeiðsmarknaðarskipan burturav, ikki minst tí at skipanin við inntøkutrygdini søguliga er ein samanrunnin almenn tænasta, men serliga tí at útróðurin er viðbrekin, tá sveiggini í fiskiskapinum eru so stór sum seinnu árini, og verður útróðurin tí møguliga tann fyrsti, sum verður offraður, tá strongu treytirnar verða førdar til kunngerðar. Verandi krøv fyri at fáa inntøkutrygd eru eftir mínum tykki sera strong.

Søguliga laki fiskiskapurin eftir botnfiski á grunnunum seinnu árini, hevur viðført, at fáir útróðrarmenn hava innivist í verandi inntøkutrygdarskipan. Serliga eru tað vetrarmánaðirnir, sum eru truplir at vinna ígjøgnum.

Tí verður her heitt á landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at skipa eina almenna inntøkutrygd, møguliga saman við arbeiðsmarknaðinum, sum tekur hædd fyri serligu inntøkuviðurskiftunum, sum gera seg galdandi hjá útróðrinum mánaðirnar november, desember, januar og februar.

Vónandi ásannar Løgtingið álvaran í støðuni hjá føroyska útróðrarflotanum og tekur undir við at heita á landsstýrismannin um at skipa eina inntøkutrygd fyri útróðrarflotan, galdandi fyri vetrarmánaðirnar.

Á Løgtingi, 28. februar 2013

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður