Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útróður á frímerki

Eitt tað mest sermerkta orðið á føroyskari tungu er ”útróður”. At rógva út – t.v.s. at rógva út frá landi at fiska. Stutt sagt er útróður, í mun til skipsfiskiskapin, ein stuttur túrur við báti ella deksbáti.
Álítandi tilfeingi

Útróður hevur síðan landnámið verið avgerandi fyri at fólk yvirhøvur kundi búleikast í Føroyum. 
Landbúnaðurin var einfaldur og fátæksligur og fevndi serliga um seyðahald, neytahald fyri at fáa mjólk og korndyrking – sum í meðal miseydnaðist triðja hvørt ár – seinni avloystur av eplavelting. Umframt landbúnaðin var umfatandi útróður tí av avgerandi týdningi fyri at skaffa matvørur til fólkið. Fiskurin var yvirhøvur eitt álítandi tilfeingi, havleiðirnar kring Føroyar eru ríkar – og tað var sjáldan at fiskiskapurin sveik.

Fiskiárið
Serliga toskur og hýsa vóru álitið hjá útróðrarmonnum. So týðandi, at fiskiárið varð lagt eftir hvussu fiskurin svam og hvørjum standi hann var í. Um heystið var fiskurin lítil og gekk spjaddur – og fiskiskapurin var tí hareftir. Men í torratíðini, frá (mána)tendring seinast í februar til næstu tendring, kemur hýsan inn móti landi at gýta og fiskurin er størri og feitari. Torrafiskur var altíð hámettur og árstíðin tann besta at turka hann í.

Men besta fiskitíð mundi várróðurin vera – frá síðst í februar, mars mánað út og inn í apríl, tá toskurin gýtur og gongur í torvum á várgrunnunum norðanfyri. Várfiskurin er stórur og feitur – og fiskurin er fastari enn toskur aðrastaðni. Um fyrra aldarmóti, mest sum oyddu bretskir trolarar várgrunnarnar, men seinni mentist várróðurin aftur.
 
Frá snøri til línu
Frá gamlari tíð hava menn altíð brúkt føroyskar bátar til útróður. Tað gera teir fyri so vítt enn, men meginparturin av útróðrarmonnum hava nú deksbátar av ymsari stødd. Og tað er ikki longur bara til egið brúk, at fiskað verður. Útróðurin er í dag ein lítil partur av føroyska fiskiídnaðinum. Meginreglan er ”ein húkur, ein fiskur” - burðardygg smáveiða, uttan spill og hjáveiðu, sum annars plágar heimsins fiskatilfeingi.

Og hóast ársins gongd enn virkar sum karmur fyri fiskiskapin, eru veiðihættirnir eitt sindur broyttir. Fyrr varð fiskað við snøri, har fiskurin varð drigin við hond. Í dag brúka serliga smærru bátarnir snellu, meðan størri deksbátar seta línu.
 
Evnisvalið á postgjaldsmerkjunum
Listakvinnan Suffía Nón hevur teknað ársins vøkru postgjaldsmerki.

Á fyrsta merkinum sæst ein útróðrarmaður í ferð við at taka línuna inn. Á næsta merkinum reinsar hann fiskin umborð, til gleði fyri sjófuglin, ið fær slógvið.  Á triðja merkinum liggja deksbátar við kai – kanska meðan bíðað verður eftir várróðrinum. Og á fjórða merkinum verður engt upp í stampar. Sum tað sæst av bókstavunum FD á stampinum, man Suffía hava tikið myndevnið úr heimbygdini Fuglafirði.

Anker Eli Petersen