Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útnorðurráðstevna um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og við hús 11. og 12. juni

Týsdagin 11. juni og mikudagin 12. juni 2019 verður spennandi útnorðurráðstevna um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum og við hús í Havn.

Ráðstevnan verður skipað undir vernd av íslendska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum, sum samstarv millum íslendska Forsætismálaráðið og Almannamálaráðið í Føroyum.

Ráðstevnan er í tveimum. Fyrri dagurin er skipaður við einum Barbershop tiltaki: Menn og dreingir fyri javnstøðu millum kynini. Seinni dagurin er ráðstevna, sum er skipað við framløgum og kjaki: Javnstøða á arbeiðsmarknaðinum og við hús. Skráin fyri báðar dagarnar kunnu takast niður her:

skrá 11. juni

skrá 12. juni

Ráðstevnan varpar millum annað ljós á góðar royndir og úrslit at føra ein miðvísan javnstøðupolitikk, hví tað er umráðandi at fáa menn virknar í hesum arbeiði og ágóðarnar av javnvág millum kynini, bæði við hús og á arbeiðsmarknaðinum. Eisini verður tosað um teir ótilvitaðu sosialu normarnar, sum framvegis darva framgongdina.

Ráðstevnan er almenn og ókeypis, men neyðugt er at melda til: 
https://greengate.nemtilmeld.dk/2/

Til ber at lesa meira um ráðstevnuna á www.barbershopconfernce.fo