Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útnorðurráðið skipaði fyri mentanarkvøldi í Grindavík

Í sambandi við árligu evnisráðstevnuna hjá Útnorðurráðnum, ið verður hildin í hesum døgum í Íslandi, var skipað fyri mentanarkvøldi í Grindavík, fríggjakvøldið hin 29. januar.

Nógv fólk vóru komin til tiltakið í høllini Gjáin í Grindavík.

Ymiskt var á skránni - og sangurin rungaði á grønlendskum, føroyskum og íslendskum; farið varð upp á gólv, sýndir vórðu filmar úr Føroyum og Grønlandi, og høvi varð at royna mat úr Útnorðurlondunum.

Tinglimir tóku sær av meginpartinum av undirhaldinum; Magni Laksáfoss, Jørgen Niclasen og Lars Emil Johansen høvdu fylgispælið um hendi, tá felagssangurin ljómaði.

Undirhaldið rakti fleiri ferðir hámark - kanska serliga, tá Magni Laksafoss ú Føroyum tók øll á bóli og framførdi ein sang - á grønlendskum!

Matarskráin beyð eisini ógvuliga vælsmakkandi mentan. Tey luttakandi fingu høvi at royna “Mattak” (turkað hvølja) úr Grønlandi, frostturkaðan hval úr Íslandi, og spik, turra grind og skerpikjøt úr Føroyum.

Kári P.Højgaard, 2. varaformaður í Útnorðurráðnum, sigur, at tiltakið var sera væl eydnað. 

-Afturboðanin frá íslendingum í Grindavík var, at teir eru vælnøgdir og vóna, at Únorðurráðið kemur aftur til Grindavík eina aðruferð, sigur Kári P. Højgaard.

Kári P. Højgaard sigur, at hetta er bert aðru ferð, at ráðið skipar fyri einum mentanarkvøldi. Fyrstu ferð var í Tasiilaq í Grønlandi. Møguleikin er nú til staðar, at mentantiltak verður fastur táttur, tá ráðið kemur saman.

Útnorðurráðið hevur samtykt, at ársfundurin í 2017 og trý ár fram verður hildin í høvuðsstaðnum í teimum umboðandi londunum, ímeðan evnisráðstevnan verður hildin aðrastaðni. Tað er, og hevur verið, málið hjá Útnorðurráðnum at halda evnisráðstvnunum á ymsum støðum.

-Tað er gott fyri tingfólk at síggja, hvussu fólk hava tað uttanfyri høvuðsstaðirnar. Fyri borgarnar er tað eisini umráðandi at síggja, hvat politikarnir gera. Í hesum førinum í Grindavík, fáa luttakarnir á mentanartiltakinum kunnleika til Grønland og Føroyar og síggja, hvussu nógv vit hava til felags, sigur Kári P. Højgaard.