Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útnorðurráðið mótmælir hóttan frá ES

Á árliga felagsfundinum millum Formansskap Útnorðurráðsins og ES mótmælti formansskapurin hóttanirnar hjá ES om revsitiltøk móti Føroyum og Íslandi, orsakað av makrelfiskiskapi teirra, og avgerðina hjá ES um revsitiltøk í móti Føroyum, orsakað av sildafiskiskapinum.

Á fundinum luttóku formaður Útnorðurráðsins, Unnur Brá Konráðsdóttir, altingskvinna, og varaformaðurin, Bill Justinussen, løgtingsmaður, og ES nevndarlimirnir Pat the Cope Gallagher, formaður, Paul Rübig, Catherine Stihler og Indrek Tarand.

“Útnorðurráðið legði dent á, at tað kann ikki góðkenna framferðarháttin hjá ES, sum ikki verður toldur í alheims høpi” sigur Bill Justinussen. “Ráðið mótmælir eisini, at ES vegna sína stødd og kapasitet hevur valt at hótta sínar friðarligu grannar sum ein liður í samráðingartilgongdini” sigur Bill og vísir á, at hetta er hent, hóast m.a. ein norskur havbiologur hevur víst á, at makrelurin, orsakað av veðurlagsbroytingum, kann verða til vand fyri umhvørvið, tí at stovnurin er vorðin so stórur.

Formansskapurin ásannaði, at partarnir eru ósamdir, men skulu samráðast til eitt úrslit fyriliggur og ikki hótta hvønn annan.

Formansskapurin vísti sendinevndini hjá Europatinginum á, at tiltøkini hjá ES hava havt stórar avleiðingar fyri tey smáu samfeløgini í útnorði, sum t.d., tá ES setti forboð fyri at selja vørur, tilevnaðar úr kópaskinni. Eitt innflutningsbann, sum hevur havt stórar negativar avleiðingar fyri smáu grønlendsku veiðibygdirnar.

ES vísti á, at tey hava fullan rætt til at fremja revsitiltøk, tá tjóðir ikki halda meginregluna um burðardygd, men vóru annars samd við Útnorðurráðnum í, at tað hevur stóran týdning at fáa loyst stríðið á ein diplomatiskan hátt. ES sendinevndin segði seg vóna, at tað skjótt finnist ein loysn av ósemjuni.

Millum onnur evni, sum vórðu viðgjørd á fundinum millum formansskap Útnorðurráðsins og sendinevnd Europatingsins, vóru hvala- og kópaveiða í londunum í útnorði, endurskoðan av felags fiskveiðipoltikkinum, avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum, nýggj siglingarruta í Norðuratlantshavi og tilbúgving á sjónum.

Útnorðurráðið er samstarvsfelagsskapur millum Løgtingið, Landstingið og Altingið. Formansskapur Útnorðurráðsins heldur á hvørjum ári fund við sendinevnd Europatingsins at røða um áhugamálini á økinum.