Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útlitini fyri fiskivinnuna

Útgangsstøðið í fiskivinnuni

Tað hevur neyvan verið so nógvur fiskur við Føroyar sum nú og ongantíð hava føroysk skip fiskað so stórar nøgdir í Føroyskum øki sum í dag. Hetta kemst av tí “sunami-líknandi flóðaldu” av uppisjóvarfiski, sum kemur inn í føroyskt sjóøki av makreli, sild, svartkjafti og gullaksi.

Vit eiga sjálvandi okkara part av hesum fiskastovnum. Vit hava gjørt avtalur um svartkjaftin, men tá ongin avtala fekst um makrel og sild, hava vit ásett okkum sjálvum 150.000 tons av makreli og 105.000 tons av sild. Henda avgerðin meti eg verða rætta, tá ongin avtala kundi fáast við hini strandalondini.

Hesar fiskakvotur eru fíggjarliga grundarlagið fyri tey skip, sum fiska uppisjóvarfisk. Við tað, at hesi skip hava ment eina móttøkuskipan umborð, sum ger tað gjørligt at føra allan fiskin við góðari góðsku til lands, at verða virkaður til matna, so gevur hetta nógv arbeiðið á virkjunum á landi, minkar um arbeiðsloysið og gevur øktar inntøkur til land og kommunur og økir um okkara útflutning.

So langt er hetta ein sólskinssøga fyri alt tað føroyska samfelagið. Tí er tað ein stór politisk uppgáva at forða fyri, at tær hóttanir, í formi av handilsbanni frá ES og Norra móti Føroyum, ikki gerast veruleiki.

Ávirkanin av uppisjóvarfiskinum

Tað er heilt natúrligt, at henda ógvusliga innrás av makreli, sild, svartkjafti og gullaksi, hevur sína ávirkan á tilgongd og vakstrarmøguleikar hjá botnfiskastovnunum undir Føroyum.

Tá makrelur kemur inn í føroyskt sjóøkið, inn á føroyska landgrunnin, ja heilt inn á firðirnar, í jagstranini eftir føði, fyri at eta seg feitan í føroyskum sjóøki, so gloypur hann øllum, sum “rekur fyri kjaftin”, so sum æti, brisling, toskayngul, húsuyngul o.a. Hetta gongur út yvir botnfiskastovnarnar undir Føroyum – og tað kann prógvast.

Sama er við sildini og svartkjaftinum, sum eisini koma í stórum nøgdum inn í føroyskt sjóøkið, og føða seg við tí æti o.a. sum er í sjónum.

Avleiðingin er, at tað verður ein avmarkað nøgd av føði til botnfiskasløgini undir føroyum, og tá t.d. makrelurin etur bæði føðina og toska- og hýsuyngul, so verður tilgongdin av toski, hýsu og upsa so gott sum eingin - ikki orsakað av veiðutrýsti frá heimaflotanum - veiðutrýstið hevur ongantíð verið so lítið sum seinastu tíðina, men veiðan er lág heldur av natúrgivnum umstøðum. Tí meti eg, at so leingi vit hava slíka nøgd av uppisjóvarfiski í føroyskum sjóøki, verður tilgongdin til botnfiskastovnarnar sera avmarkaður.

Betra veiðumøguleikarnar hjá heimaflotanum

Eg rokni ikki við, at botnfiskastovnarnir undir Føroyum koma at vaksa nakað av týdningi, so leingi vit hava hesa veldugu innrás av uppisjóvarfiski á hvørjum árið.

Tí er neyðugt, at vit útvega heimaflotanum, sum er grundarlagið fyri, at arbeiðið er á flakavirkjunum, betri veiðimøguleikar og rættindi aðrastaðir, t.d. í Íslandi, Grønlandi, Flemish Cap, Norra, Ruslandi o.a., so skip, manningar og fiskavirki fáa fíggjarliga úrtøku av arbeiði sínum.

Her vil eg vísa á Flemish Cap, sum er ein sonn sólskinssøga fyri línuskipini, manningar og flakavirki í Føroyum, sjálvt um tað vóru nógv sum hildu, at hetta við línuskipunum á Flemish Cap ikki lat seg gera, og sjálvt um arbeiðið í Fiskimálaráðnum langt frá var nøktandi viðvíkjandi kvotuni á Flemish Cap o.a.

So latið okkum halda fram við at betra um møguleikarnar hjá fiskivinnuni og alivinnuni - tí á hesum økjunum eru vit teir bestu.

Alfred Olsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin