Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling, og Esbern Patursson, rognkilsissamskipari hjá Luna, kanna heilsustøðuna á aldum rognkelsum.

Útlendskur áhugi fyri kanningum hjá Fiskaaling

KANNINGARÚRSLIT: Rognkelsi eru ein av hættunum at basa lús í føroysku alibrúkunum. Fiskaaling hevur í eina tíð millum annað kannað livrarnar á rognkelsum fyri at lýsa heilsustøðuna hjá teimum. Úrslitini hava vakt ans uttanlands, og granskarar á Stirling University í Skotlandi hava tvær ferðir verið í Føroyum og lært seg mannagongdir og gjørt víðari kanningar við støði í úrslitunum hjá Fiskaaling.

Undir eini ráðstevnu í Glasgow fyrr í ár løgdu Kirstin Eliasen, granskari á Fiskaaling, og Esbern Patursson, rognkelsissamskipari hjá Luna, fram úrslit frá heilsukanningum av rognkelsum, ið hava livað í føroyskum aliringum. Hetta við tí fyri eyga at basa bæði laksa- og seiðalýs, ið hava stóra ávirkan á trivnaðinum hjá laksinum.

Kanningarnar verða gjørdar við millum annað at hyggja eftir livrunum hjá rognkelsunum, ið verða bólkaðar í seks litir. Tá liturin er sterkt appilsingulur, hevur rognkelsið tað oftani gott, men er liturin antin ljósari ella myrkari, kann heilsustøðan vera minni góð ella beinleiðis vánalig.
 
Úrslitini, sum føroysku granskararnir løgdu fram á ráðstevnuni í Skotlandi, vaktu so mikið stóran ans á Stirling University, at ein master-lesandi kom til Føroya fyri at gera víðari kanningar av millum øðrum livrini í rognkelsum. Hetta fyri at fáa staðfest, hvat hvør litur ítøkiliga merkir fyri heilsustøðuna hjá tí einstaka rognkelsinum.   

- Tá rognkelsi liva frítt í náttúruni, hevur livurin oftani ein sterkan appilsingulan lit, sum er tann liturin, vit helst síggja, at aldu rognkelsini eisini hava. Millum tey aldu rognkelsini síggja vit hinvegin oftani, at livurin hevur ein annan lit, har hann antin ov ljósur ella ov myrkur. Hetta tulka vit soleiðis, at rognkelsini heilsuliga eru verri fyri, sigur Kirstin Eliasen. 

Skotska masterverkætlanin er nú liðug, og úrslitini vísa, at tað serstakliga er tann myrki liturin, ið skal takast í størsta álvara. Tá livurin hevur hendan litin, er lítið feitt eftir í rognkelsinum, sum tá eru sperd og illa fyri. Orsøkin til hetta kann vera hungur, sjúka ella bæði.