
(Myndin er frá prógvhandanini 12. mars í ár)
Útlendskir næmingar prógv mikudagin
Í mars mánaði fekk fyrsti flokkurin av útlendskum næmingum á Kvøldskúlanum í Havn prógv í føroyskum máli og føroyskari mentan.Nú er longu ein flokkurt aftrat liðugur. Prógvhandan verður á Reinsarínum mikudagin kl 14.
Hesaferð eru tað lærararnir Harriet Poulsen og Frank Jacobsen, sum hava staðið fyri frálæruni. 15 næmingar úr fleiri ymsum londum fáa prógv hesaferð.
Kvøldskúlin hevur í løtuni samráðingar við Tórshavnar Kommunu, ALS og Mentamálaráðið um eitt framhaldsskeið, sum eftir ætlan skal byrja í heyst.
(Myndin er frá prógvhandanini 12. mars í ár)