Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útlendingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum – enn einaferð

Løgtingslimir aftra seg ikki við at seta fyrispurningar á løgtingi um viðurskiftini útlendskir handverkarar eru settir undir. Hví spyrja tit ikki okkum, spyr Vinnuhúsið?

Seinastu vikurnar hava løgtingslimir sett fram fyrispurningar á Løgtingið um viðurskiftini, sum útlendskir handverkarar verða settir eftir í Føroyum. Tað er sjálvandi teirra demokratiski rættur, men tað hevði sømt seg, at løgtingslimir fyrst tóku telefonina og spurdu um nakað var um hetta, heldur enn at skapa ótryggleika um eina skipan, sum faktiskt virkar sum hon skal.

Í dag 1. oktober 2014 eru tað tilsamans 16 fyritøkur, sum hava biðið um limaprógv frá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Hetta skal brúkast sum skjalprógv fyri, at fyritøkan lønir starvsfólki eftir føroyskum sáttmálum. Av hesum eru tað 5 fyritøkur, sum hava fingið undangóðkenning frá Udlændingestyrelsen. Av teimum 5 eru tað 2 fyritøkur, sum hava sett útlendingar í starv. Hesar báðar fyritøkurnar hava tilsamans sett umleið 10 fólk í starv. Hesi verða lønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag einumegin og handverkarafeløgini hinumegin.

Vit vístu 19. september umstøður og fakta í sambandi við nýggju skipanina, men taka tað tó fram aftur niðanfyri:

•Tá ein arbeiðsgevari setur ein handverkara í starv, skal setanin fráboðast til myndugleikarnar, áðrenn viðkomandi byrjar, og tá skal viðleggjast skjalprógv fyri at viðkomandi hevur útbúgving sum handverkari. Handverkarar úr ES-londum, sum koma hendavegin skulu tí hava neyðugu pappírini.

•Tað er eisini krav, at lønar- og arbeiðstreytir hjá útlendsku handverkarunum ikki skulu vera verri enn tær, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so uppáhaldið um undirløntar handverkarar er neyvan eftirfarandi. Um føroyski arbeiðsgevarin ikki heldur tær treytir, sum eru settar í sambandi við góðkenningina, kann arbeiðsgevarin verða revsaður við bót ella fongsul.

•Einki fakfelag hevur sett seg í samband við Føroya Arbeiðsgevarafelag um at arbeiðsgevari ikki heldur galdandi treytir.

•Flestu byggifyritøkur vilja helst hava føroyskar handverkarar í starvi, og seta sum meginreglu bert útlendskar handverkarar, um neyðuga arbeiðsmegin ikki finst í Føroyum. Tað er tí lítið sannlíkt, at nøkur føroysk byggifyritøka skal hava sagt ein føroyskan handverkara upp fyri at seta ein handverkara úr einum ES-landi í staðin.

Tó er tað sjálvandi bæði áðrenn og aftaná lógarbroytingina komið fyri, at ein føroyskur handverkari er uppsagdur, og orsøkirnar til hetta kunnu vera so nógvar.

•16 fyritøkur hava vent sær til Vinnuhúsið og biðið um at fáa limaprógv fyri limaskap í arbeiðsgevarafelagi. Hetta er ein fortreyt fyri at seta ES-handverkarar í starv eftir nýggju skipanini. Nógv tann størsti parturin av føroysku byggifyritøkunum hava tí ikki møguleika at seta útlendskar handverkarar í starv eftir nýggju skipanini.

Fakta um nýggju skipanina

Lógin, sum kom í gildi 1. juli 2014, ger tað møguligt hjá arbeiðsgevarum, sum virka í byggivinnuni, at gerast undangóðkendir til at seta faklærdar handverkarar í starv, tá arbeiðsloysið í Føroyum er undir 6 %. Tað eru tríggjar treytir fyri at arbeiðsgevari kann fáa og varðveita hesa undangóðkenning:

1. Fyritøkan skal vera skrásett í Føroyum

2. Fyritøkan skal vera fevnd av kollektivum sáttmála á føroyska arbeiðsmarknaðinum um lønar- og arbeiðsviðurskifti.

3. Fyritøkan skal verða skrásett hjá TAKS sum ávísingarskyldug eftir føroysku skattalógini.

Tá fyritøkan er vorðin undangóðkend, kann hon seta útbúnar handverkarar úr ES-londum í starv. Treytin fyri at fyritøkan kann seta ES-løntakara í starv er, at setanin fevnir um í minsta lagi 30 arbeiðstímar um vikuna, og at lønar- og arbeiðstreytir ikki eru verri enn ásett í kollektiva sáttmálanum.