Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útlegging av eldraøkinum til kommunurnar - ein politisk kastibløka

Tað virkar sum um, at ongi stórmál ella størri politiskar verkætlanir, sum landins politisku myndugleikar taka sær av eydnast ella verða gjøgnumførdar professionelt og eftir einari væl skipaðari og fullfíggjaðari ætlan. Vanliga enda størri politiskar verkætlanir í kaos og stórum ósemjum – nakað, sum er skaðiligt fyri samfelagsbygnaðin og effektivitetin í samfelagnum.

Ein útlegging av heimatænastuni og eldrarøktini til kommunurnar at umsita og hava ábyrgdina av, krevur dygdargóða fyrireiking og neyva planlegging. Tað er serliga týdningarmikið fyrst at definera og fáa yvirlit yvir allar verandi og nýggjar uppgávur og tænastur hjá kommunum framyvir, og síðan tryggja neyðuga fígging.

Lat meg gera greitt, at eg haldi, at hesar uppgávur innan eldraøkið verða best loystar í kommununum (nærumhvørvinum), og tí taki eg eisini undir við, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita.

Tað eru eftir hondini greið tekin um, at henda verkætlan ikki er nóg væl fyrireikað - nú er tann beri politikkur komin í málið, umframt politiskar gitingar um fíggingartørv.

Tað er at undrast yvir og óskiljandi, at tað ikki er gjørt eitt neyvt yvirlit yvir fíggingartørvin, grundað á roknskapartøl, útrokningar o.a.

Eg fari tí at heita á Kommunusamskipan Føroya um at upplýsa fylgjandi:

1. Hvørjar verða uppgávurnar og tænasturnar hjá kommunum at loysa í 2015 – býtt á høvuðsøki og undirøki

2. Hvørjar nýggjar uppgávur og tænastur skulu kommunurnar loysa í 2015 – uppgávur sum landið ikki loysir í løtuni – býtt á høvusøki og undirøki

3. Hvussu nógv hevur landið rindað í útreiðslum fyri tey somu øki og undirøki, sum kommunurnar skulu yvirtaka – hetta, tá landið tók sær av uppgávunum og tænastunum í 2014

4. Hvussu nógv skulu kommunurnar rinda í útreiðslum fyri nýggjar uppgávur og tænastur

Tað er politiskt og fakliga óseriøst at gera hetta álvars mál til eina kastibløku millum landspolitikarar og kommunalpolitikarar.

Báðir partar eiga at leggja kvalifiseraðar og væl grundaðar metingar á borðið um fíggingartørvin hjá kommunum fyri tíðarskeið 2015-2020 viðvíkjandi heimatænastu og eldrarøkt.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Sambandsflokkin