Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sí Mynd 1.

Útlátið av vakstrarhúsgassi økt 6%

Triðja ári á rað økist útlátið av vakstrarhúsgassi. Nýggj uppgerð vísir, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi í 2019 var 6,2 % størri enn í 2018. Vøksturin er á leið helvtina minni enn undanfarna ár. Um hugt verður eftir samlaða útlátinum, uttan útlendsk fiskiskip, hevur árligi vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassi verið javnur síðani 2016, eini 7-8  % um árið. Sí Mynd 1.  

Mynd 1 Samlað útlát av vakstrarhúsgassi, við og uttan útlendsk fiskiskip, 2001-2019.
 
Sum mynd 1 vísir, var samlaða útlátið rættiliga støðugt frá 2001 til 2016.  Í 2017 vaks útlátið munandi og kom fyri fyrstu ferð upp um 1 mió. tons av CO2 eindum, um bunkringar hjá útlendskum fiskiskipum vera taldar við. Í 2019 var samlaða útlátið góð 1,2 mió. tons av CO2 eindum. Um útlátið frá útlendskum fiskiskipum ikki verður talt við, er vøksturin í útlátinum nakað minni og var samlaða útlátið í 2019 beint undir 1 mió. tons av CO2 eindum.

Áleið 88 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2019 stavaði frá nýtslu av brennievni. Sí bláa partin av sirklinum í Mynd 2.

Mynd 2 Útlát av vakstrarhúsgassi í 2019, har útlátið frá nýtslu av brennievni er litað blátt, útlát frá landbúnaði er litað reytt og útlát av F-gassi er litað grønt. Eind: prosent av útlátinum í CO2 eindum.
 
Úti við 10 % av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi stava frá nýtslu av F-gassi, sum er ein bólkur av sterkum vakstrarhúsgassi, sum verða brúkt í ídnaðinum. Meginparturin eru HFC-gass, sum verða brúkt í køliskipanum umborð á skipum. 

Seinastu 2 % av samlaða útlátinum er frá landbúnaði, mest frá neytum og seyði.
 
Mynd 3 vísir gongdina í ymiskum útlátsbólkum, sum brenna olju (og burturkast), árini 1990-2019. 

Mynd 3 Gongdin í samlaða útlátinum (svart) og í útlátinum av vakstrarhúsgassi hjá brúkara¬bólkum, sum brenna olju, 2001-2019. Útlendsk fiskiskip eru ikki íroknað.
Størri elframleiðsla
 
Høvuðsorsøkin til vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassi er, at streymframleiðslan vaks 10 % í 2019, samstundis sum SEV fekk minni av orku burtur úr vindi (-17 %) og vatni (-4 %). Øll økingin í elframleiðsluni varð tí grundað á olju. Úrslitið var, at oljunýtslan hjá SEV øktist við góðum 11.000 tonsum upp til 48.600 tons, sum er ein vøkstur upp á 30 % í mun til 2018. Økta streymframleiðslan í 2019 elvdi soleiðis til, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi vaks við 3 %.

Ein onnur orsøk til vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2019 er, at brennistøðin hjá IRF í Leirvík brendi nærum helvtina meir í fjør enn  2018. Útlátið er eisini økt fyri akfør (5 %) og onnur skip (9 %).

Samanumtikið hevur brenning av olju og burturkasti økt samlaða føroyska útlátið við 3,7 %. Økta nýtslan av F-gassi hevur økt útlátið av vakstrarhúsgassi við 2,5 %. Samanlagt er útlátið av vakstrarhúsgassi økt 6,2 %.
 
• Les nærri um uppgerðina finna í “Frágreiðing um útlát av vakstrarhúsgassi, 1990-2019

Her finnur tú fleiri tøl og myndir, sum lýsa útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum