Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útjavning – til Havnar!

Tað hevur verið áhugavert í valstríðnum at hoyrt valevni gjørt seg klók uppá kommunala útjavning. Tað ljóðar akkurát sum at summi teirra halda, at útjavning snýr seg um at finna útav, hvar Havnin lutfalsliga fær fleiri skattakrónur inn enn onnur – og so javna munin um alt landið!

Heilt løgið blívur tað so, tá henda útjavning bara skal fremjast har, sum Havnin fær lutfalsliga meira skattakrónur burturúr ávísari vinnugrein, til dømis innan almenna fyrisiting – men útjavningin rennur ongantíð hinvegin, hóast Havnin í ólukkumát vantar inntøku frá øðrum vinnugreinum í mun til onnur.

Fær Havnin ov nógv?

Almennu størvini eru eitt sindur torfør hjá Hagstovuni at gera upp, tí tey eru býtt í fleiri ymsar vinnugreinir, og hagfrøðiliga eru býti sum “almenn fyrisiting”, “kommunur/ríkið”, “undirvísing” og “heilsu- og almannaverk”.

Men leggja vit lønarsummin í øllum hesum vinnugreinum saman, so er munurin samlað ikki so stórur, tí allar hesar vinnugreinarnar standa fyri 43% av lønarsumminum í Suðurstreymoy. Øll hini økini liggja lægri – millum 33-38% - men munurin er altso ikki so ómetaliga stórur, sum nógvir politikkarar vilja geva fatan av.

Sambært yvirliti frá Hagstovuni fær Havnin ein lutfalsliga størri part av vinnugreinini “almenn fyrisiting” svarandi til 69%. Men samlaðu lønirnar til almenna fyrisiting eru bert 247 mió. kr. ella 4 % av teimum samlaðu lønarútgjaldingunum á 6 ,8 mia. kr. So her er ikki nógv at útjavna!** Hini økini – “kommunur”, “undirvísing” og “heilsa/almannaverk” – eru meira javnt býtt, sum jú er logiskt – tí hetta eru skúlar, ellisheim og virksemi, sum er nøkulunda javnt býtt út yvir landið.

Til dømis stava 16 % av inntøkunum í Suðurstreymoy frá heilsu og almannaverki, í Suðuroynni og í Norðoyggjum er samsvarandi talið 15 %, so her er at kalla eingin munur. Men kanska er ætlanin at útjavna hesar inntøkur til Eysturoynna ella Vágarnar sum bert fáa 10 % av sínum inntøkum frá hesum sama sektori. ** Hinvegin fáa Vágarnar 14% av sínum inntøkum frá flutningi annars, les flogferðslu, ímeðan Suðurstreymoy fær 2 % og Suðuroyggin og Norðoyggjar bert 1 %, so her má útjavnast hinvegin.

Fær Havnin allan skattin?

Øll tey mongu, sum pendla til Havnar dagliga, njóta eisini væl av teimum tænastum og útbyggingum, sum Havnin bjóðar, tað verið seg vegir, parkeringspláss, ókeypis bussar, svimjihallir, bókasøvn og onnur tilboð, tænastur sum tey í veruleikanum fáa ókeypis, tí skattur teirra fellur í øðrum kommunum.

Tað merkir, at hyggja vit at tí stóru myndini, so er ikki so stórur munur á, hvussu samlaði lønarsummurin er býttur. Men – og tað er eitt stórt men – vit meta, at umleið triðja hvør króna, sum vunnin verður í Havn, verður skattað aðrastaðni.

Hetta merkir, at samlaða myndin av, hvussu býtið av skattainntøkuni av øllum almennum vinnugreinum í landinum verður býtt, vendir fullkomiliga – í so stóran mun, at ein útjavning hevði runnið til Havnar, og ikki øvugt. Tí ein triðingur av skattakrónunum rennir longu úr býnum!

Tíverri hava vit ikki enn eina fullkomna uppgerð av pendlingini. Hagstovan upplýsir, at tað er fongt við stórari óvissu at staðfesta arbeiðspláss og skattakommunu hjá tí einstaka útfrá verandi tilgongiligum skráum. Trupulleikin er at staðfesta lønarútgjaldingar í mun til bústað og skattskyldu.

Endaligu tølini mugu vit tí bíða eftir, til úrslitið fyriliggur av fólkateljingini i november. Men, sum eg so mangan havi sagt, eg kann eisini ganga við til eina útjavning, bara hon er rættvís. Men eg eri ræddur fyri, at ongin áhugi verður fyri kommunalari útjavning, tá endaliga roknistykkið kemur á borðið.

Ein útjavning má, fyri at hon skal virka javnt og rættvíst, umfata annað og meira enn skattakrónur frá almennum størvum, t.d. landbúnað og fiskivinnu. Í Norðoyggjum stava 25% av lønarsumminum frá fólksins ogn – fiskinum! Skulu tær skattakrónurnar eisini útjavnast? Tí í Suðurstreymoy koma bara 5% av lønarinntøkunum frá fiskiídnaði.

Útjavning má vera rættvís og virka báðar vegir.

Heðin Mortensen, borgarstjóri