Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útgáva: Ritgerð um støðu Føroya og Grønlands til ES limaskap

Fróðskapur hevur givið út bókina North Atlantic Euroscepticism. The rejection of EU
membership in the Faroe Islands and Greenland, eftir Christian Rebhan. Hetta er ph.d.ritgerð,
sum hann vardi í 2014.

Í stuttum um ritgerðina
Talið av limalondum í Evropasamveldinum ES økist alsamt. Men ikki øll í Evropa eru eins
áhugað í limaskapi. Í Norðuratlantshavi, í útjaðaranum av Evropa, halda Føroyar og Grønland
seg frá øktari integratión við ES. 

Tá Danmark gjørdist limur í EEC í 1973 avgjørdi Løgtingið, at Føroyar skuldu vera verandi uttanfyri felagsskapin. Grønland noyddist at gerast partur av EEC móti sínum vilja. Í 1985 gjørdi Grønland, sum fyrsta og higartil einasta land, at taka limaskap sín aftur og fara úr EEC. 

Í bókini verður ivasemi móti EEC og seinni ES frá 1959 kannað. Hví ynsktu Føroyar og Grønland ikki ES limaskap? Var tað fyri at verja fiskuveiðuøkið móti evropeiskari fiskiveiðu ella at varðveita teirra politisku sjálvstøðu? Og hvørjar vóru avleiðingarnar av, at Danmark gjørdist limur, meðan tvey sjálvstýrandi øki í ríkisfelagsskapinum ikki vórðu limir?

Christian Rebhan er stjórnmálafrøðingur. Hann hevur lokið Master útbúgving í International
Relations við Háskúla Íslands, eftir at hava lisið í Munchen, Cork og Reykjavík. Hann hevur,
síðani hann var í Føroyum fyrstu ferð í 2003, serliga arbeitt við politiskum viðurskiftum í
Norðuratlanshavi. Í 2014 vardi hann ph.d. heiti í stjórnmálafrøði við Humboldt-Universität zu
Berlin og Háskúla Íslands.

The North Atlantic Euroscepticism er 230 s. og kostar 220 kr. í bókabúðunum. Í næstum fer
hon eisini at vera tøk sum ebók.

Permumyndina hevur Minju Lee málað.