
Útfylling út á sjógv í Runavík og Søldarfirði fingið umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 21. januar 2022, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, góðkent:
At gera útfylling út á sjógv í Runavík og Søldarfirði. Runavíkar kommuna, Heiðavegur 26, 600 Runavík
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her.
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 18. februar 2022 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo.
Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýrismannin saman við viðkomandi skjølum.