Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útflutningurin av fiskavørum vaksin í ár, bæði í nøgd og virði

Útflutningurin fyrsta ársfjórðing í ár var 136 mió. kr. lægri enn somu mánaðir í fjør.

At kalla onki skip er farið av landinum í ár, meðan vit seldu skip fyri 262 mió. kr. í fjør, og ger tað, at samlaði útflutningurin minkaði so nógv. Hyggja vit bert at fiskavørum, so er útflutningsvirðið økt 15%, meðan nøgdirnar eru 20% hægri í ár

Í fjør var verkbann í veiðiflotanum, og í fiskavirking var virksemið nógv merkt av húsaganginum hjá Fiskavirking. Hetta kann verða frágreiðingin uppá nakað av tí vøkstri, sum vit síggja í ár, serliga tá tað snýr seg um botnfiskasløgini. Útflutningurin av botnfiski og flundrufiski er vaksin ávikavist 20% og 45% ella góðar 80 mió. kr. tilsamans.

Verkbannið og húsagangurin raktu tó ikki alivinnuna í nevniverdan mun, og hóast tað síggja vit aftur í ár stóran vøkstur í útflutninginum av alifiski. Her eru nøgdirnar vaksnar 64%, meðan virðið er 12% størri.

Kelda: Hagstovan