Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útflutningur til Russlands av frystum fiski, umlasting í Hollandi

Í næstum kann føroysk fryst fiskavøra útflytast til Hollands, fyri seinni at verða útflutt til Russlands beinleiðis frá frostgoymslum í Hollandi, uttan at koma aftur til Føroya.

Hetta er í stuttum tað, ið nýtt uppskot til umlastingarcertifikat, ið russiski matvørumyndugleikin, Rosselkhoznadzor hevur fyrisligið og sum Heilsufrøðiliga starvsstovan í dag hevur viðmælt.

Útflutningurin úr Føroyum til Hollands, verður á vanliga preeksport certifikatinum til EU, sum so verður grundarlagið hjá Hollendsku myndugleikunum, um vøran seinni skal til Russlands.

Nýggja skipanin verður sett í verk í Føroyum, tá tingini eru sett í verk, millum russiskar- og hollendskar myndugleikar.