Útflutningur til Russland
PELAGOS Í FUGLAFIRÐI OG BAKKAFROST PROCESSING Á GLYVRUM KUNNU ÚTFLYTA AFTUR
Føroysk matvøruvirkir, sum útflyta til Euroasiatiska búskaparsamveldið, m.a. Russland, skulu vera á einum grønum lista hjá russiska matvørumyndugleikanum Rosselkhoznadzor.
Øll vøra sum fer úr Føroyum til Russlands, verður kannað á markinum til Russland. Finnur marknaeftirlitið nakað frávik við vøruni, verður Heilsufrøðiliga starvsstovan kunna um hetta.
Á LISTANUM HJÁ ROSSELKHOZNADZOR, KUNNU VIRKIR HAVA EIN LIT:
Grønur litur
Virkið kann útflyta matvørur til Russlands.
-------
Gulur litur
Marknaðareftirlitið í Russlandi hevur funnið frávik í vøruni og virkið eru undir skerpaðaum eftirliti í Ruslandi, men kann útflyta sínar vørur.
-------
Reyður litur
Virkið hevur forboð fyri útflutningi til Russlands.
-------
Heilsufrøðiliga starvsstovan fær fráboðan frá Rosselkhoznadzor, tá frávik verða funnin við markið til Russlands.
Heilsufrøðiliga starvsstovan fer beinanvegin í gongd við at kanna møguligar orsøkir til frávikið og um neyðugt seta rættandi og fyribyrgjandi atgerðir í gongd.
Úrslitini av hesum arbeiði verða síðani fráboðað Rosselkhoznadzor.
Pelagos í Fuglafirði hevur verður reytt síðani apríl í ár, og Bakkafrost Processing á Glyvrum hevur verið reytt síðani januar í ár.
Eftir áhaldandi arbeiði er bræv nú komið frá Rosselkhoznadzor, um at virkini bæði nú eru vorðin grøn og kunnu tí útflyta sínar vørur aftur til Russland.