Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útflutningur av seyðaskinnum

Skinn til útflutnings kunnu bert latast inn til góðkendar skinnmóttøkur.

Skipanin fyri útflutningi av seyðaskinnum er soleiðis háttað, at seyðurin verður sýnaður livandi av einum djóralækna, stutt áðrenn hann verður slátraður. Hetta verður gjørt av privatstarvandi djóralækna vegna Heilsufrøðiligu starvsstovuna (HFS), og djóralæknin skal vátta, at skinnini stava frá seyði, sum ikki vísti klinisk sjúkueyðkenni fyri slátur. 

Harafturat skal eigarin mótvegis HFS vátta ymisk viðurskifti í sambandi við skinnini, t.d. at skinnini stava frá ávísum hagaparti, fylgi ella flokki, at skinnini eru viðgjørd eftir reglum, sum HFS hevur ásett, og at skinnini eru goymd soleiðis, at djór ikki sleppa framat skinnunum.

Eisini skal sporføri av skinnunum tryggjast, líka frá livandi sýni av seyðinum og til skinnini eru í seglaðari bingju klár til útflutning. At tryggja sporføri krevur at har eru skipaði viðurskifti allan vegin; tað vil siga at har skal vera vissa fyri hvar skinnini koma frá og hvar skinnini fara. Skinnini kunnu bert latast inn til góðkendar móttakarar, ið hava góðkendar skinnmóttøkur. Eisini skal flutningurin av skinnunum frá móttøkuni til virkið, ið saltar skinnini í bingju, verða heilsufrøðiliga skipaður.

Tá skinnini á virkinum eru saltaði í bingju, verður bingjan seglað av HFS, áðrenn útflutt verður. Bingjan skal seglast minst 21 dagar, áðrenn hon kemur fram til móttakaran í ES. Eigara- og djóralæknaváttan fyri øll skinnini skal fyriliggja, áðrenn HFS kann útskriva heilsuváttan til bingjuna.

Í løtuni er bert ein góðkendur móttakari av skinnum. Hetta er Sp/F Oikos, ið hevur skipaðar skinnmóttøkur kring landið. Skinn, ið skulu útflytast, skulu latast beinleiðis til hesar móttøkur. Tryggjast skal tó, at bland ikki kemur í skinnini frá kannaðum og ikki kannaðum seyði. Ein eigara- og djóralæknaváttan skal útfyllast fyri allan seyðin, sum skal slátrast, og har skinnini skulu nýtast til útflutning.

Av tí at djóralæknaeftirlit altíð er á góðkendum  sláturvirkjum, fáa seyðaskinn frá hesum virkjum altíð heilsuváttan, og kunnu uttan annað hóvasták útflytast, um ynski er um tað. Ásetingarnar í kunngerðini skulu tó altíð haldast.

Gerast skal vart við, at ongar heilsuváttanir verða lætnar til skinn, har djóralækni ikki hevur gjørt livandi sýn av seyðinum, og ásetingarnar í kunngerðini annars ikki eru hildnar.

Krøvini til seyðaskinn, sum skulu útflytast til ES eru ásett í kunngerð nr. 99 frá 20. november 2006 um heilsuásetingar fyri hjáframleiðslu úr djórum, sum ikki eru ætlað til matna.