Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útbygging við Krambatanga kann byrja

HAVNARÚTBYGGING: Í gjár undirskrivaði Landsverk sáttmála við byggifelagið J&K Petersen um at leingja pierin við Krambatanga, so atløguviðurskiftini hjá Smyrli kunnu gerast munandi betri.

Útbyggingin fevnir um at leingja atløgusíðuna á pierinum við Krambatanga við umleið 40 metrum, har Smyril leggur at ávísar tíðir á árinum vegna veður. Tá útbyggingin er liðug, fara atløguviðurskiftini væntandi at vera munandi lættari og tryggjari hjá Smyrli, sum tá hevur tveir tryggar møguleikar at leggja at á Krambatanga. Somuleiðis fyri manning og fólk á bryggjuni, sum taka ímóti endunum hjá Smyrli.

Verkætlanin fer at kosta 11 mió. krónur, og J&K Petersen, sum átti lægsta boð, vann uppgávuna at gera arbeiðið. 

Í fyrstu atløgu vóru ætlanir um bert at leingja pierin við seks metrum, og síðani gera restina loypandi, so hvørt játtan var tøk. Hetta varð seinni broytt við at hækka játtanina, tí fíggjarligu fyrimunirnir við at gera alt arbeiðið beinanvegin eru so mikið stórir, at avgerð varð tikin um at seta alla verkætlanina í einum.

Arbeiðið hjá J&K Petersen, ið so smátt er farið í gongd, skal vera liðugt til heystar.