Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útbygging av røntgendeild komin undir land

HEILSUVERKIÐ: Um- og úbyggingin av røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum er um at vera liðug. Mikudagin var móttøka, tá tveir sera framkomnir skannarar og nýggj sektiónsstova vórðu tikin í nýtslu.

Ein partur av stóru samlaðu útbyggingini á Landssjúkrahúsinum er umbygging av røntgendeildini og sekstiónseindini, sum eru tey hølini, har líkini verða kannaði. Hetta arbeiði er nú komið so væl áleiðis, at tveir nýggir skannarar og ein nýggj sektiónsstova vórðu tikin í nýtslu í gjár. Í hesum sambandi varð skipað móttøku á Landssjúkrahúsinum, har umboð fyri partarnar í verkætlanini greiddu frá, hvussu arbeiðið hevur gingið, og hvørjir møguleikar eru í nýggju hølunum og teirri teknisku útgerðini, sum er tann mest framkomna á marknaðinum í dag.

Eftir at Naina Túgvustein, sjúkrarrøktarfrøðingur og varastjóri, hevði bjóðað vælkomin, greiddi Tummas í Garði, lækni og varastjóri, frá, hvussu arbeiðið hevði gingið. Hann vísti á, at orsakað av kravinum um útbjóðing, var umbyggingin komin hálvt ár ov seint í gongd.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, helt, at við framkomnu útgerðini, sum Landssjúkrahúsið nú hevur fingið, var ein stórur dagur fyri føroyska heilsuverkið.

Síðani fekk Regin Hammer, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, ið hevur latið nýggja MR-skannarin, orðið. Hann segði millum annað, at avgerðin um at lata Landssjúkrahúsinum nýggjan skannara varð tikin í sambandi við, at Tryggingarfelagið í 2010 fylti 70 ár.

Eftir hetta framførdu Lena Anderssen og Niclas Johannesen tveir sangir, áðrenn stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, greiddi frá arbeiðinum.

Hann vísti á, at umbyggingin av Landssjúkrahúsinum hevur verið í gongd í nógv ár og heldur fram í 2012, tá H-bygningurin og vaskaríið standa fyri tørni.

Síðani takkaði Høgni Lauritsen, stjórin fyri TG Verk í Føroyum, ið er høvuðsarbeiðstakari, øllum teimum sum fyritøkan hevur samstarvað við í sambandi við umbyggingina.

Og áðrenn rundvísingina í umbygdu hølunum vísti leiðandi yvirlæknin á Deagnostiska deplinum, Marius Rasmussen, hvussu framkomnir skannararnir eru, og hvussu nógv útgerðin er ment, síðani Landssjúkrahúsið fekk fyrsta skannarin í 1983.

- Meðan fyrsti skannarin bert kundi ein tvørskur, kann tann nýggi MR-skannarin vísa heilt upp í 320 tvørskurðir, segði Marius Rasmussen.

Úmbyggingin av Røntgendeildini og sektiónsstovuni hevur kostað tilsamans umleið 40 mió. krónur, har av skannararnir kosta 20 mió. krónur.

Ráðgevarar á verkætlanini hava verið Árni Winther Arkitektar, LBF og SMJ.

Umbyggingin av røntgendeildini er partur av samlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið, sum er slakar 422 mió. krónur.