Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útbúgvingar á Setrinum samsvara ikki við tørvin í samfelagnum

Neyðugt við tørvsgreiningum á útbúgvingarøkinum

Ungmannafelagið Samband hevði herfyri grein í blaðnum, Fjølnir, sum Meginfelag Føroyskra Studenta gevur út. Ungmannafelagið vísti á, at vit skulu hava eina kappingarføra útbúgvingarskipan í Føroyum. 

Vit skulu hava eina útbúgvingarskipan, ið hóskar til føroyska samfelagið, har útboðið av útbúgvingum til arbeiðsmarknaðin má samsvara við eftirspurningin ella tørvin hjá samfelagnum og vinnuni. 

Vit skulu satsa upp á kvalitet heldur enn kvantitet. Hetta samsvarar rættiliga væl við tilmælið frá uttanhýsis serfrøðinganevndini, sum í tíðarskeiðinum 2013-2014 eftirmetti Fróðskaparsetur Føroya. Av onkrari orsøk verður ikki tosað serliga nógv um ta eftirmetingina í dag, tá ið nýggjar útbúgvingar verða góðkendar og settar á stovn. 

Ein av niðurstøðunum hjá serfrøðingabólkinum var, at Setrið klárar seg fínt út frá givnu fortreytum, men útboðið av útbúgvingum eigur at samsvara við tað, ið føroyska samfelagið hevur serligan tørv á.

Samfelagsligi tørvurin
Í 2016 vóru 69 føroyingar, ið lósu t.d. løgfrøði í Danmark. Hetta eru tøl frá Studna, t.v.s. tey, sum hava søkt ferðastuðul.

Í september 2016 taldi Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Advokatfelag Føroya, hvussu nógvir løgfrøðingar starvaðust í Føroyum tá. Tølini vóru:

71 - í aðalráðum og á landsstovnum
30 - advokatar
37 - privat, kommunur, Løgtingið, Ríkisstovnar 
138 tilsamans 

Hesi tølini benda greitt á, at vit hava eitt yvirútboð av løgfrøðingum ella framleiða løgfrøðingar, sum ikki tørvur er á í Føroyum.

Hví ikki fylgja eksternu serfrøðini?

Formaðurin í nevndini, professari og fyrrverandi rektari á universitetinum í Keypmannahavn, Linda Nielsen, segði í samrøðu við Kringvarpið einaferð í 2015, at Setrið átti at satsa upp á nissjur. 

Hetta grundaði hon á, at Setrið ikki fer at vera “heimsmeistari” innan tey stóru og klassisku fakøkini. Her meinti hon nokk við fakøki s.s. jura, medisin, sálarfrøði, búskaparfrøði v.fl. 

Hóast tilmælið frá serfrøðinganevndini um nissju-útbúgvingar á Setrinum, ið eru tillagaðar føroyska samfelagið - og har vit veruliga kunnu blíva “heimsmeistarar” - síggja vit kortini, at Setrið tvíheldur upp á at seta nýggjar útbúgvingar á stovn s.s. samfelagsfrøði, búskaparfrøði og nú eisini eina fulla útbúgving innan løgfrøði. Medisin hevur eisini leingi verið upp á tal.

Um vit taka løgfrøði sum dømi, so er dómsvaldið, advokatøkið, rættargangurin og ákæruvaldið danskt, har fakligi integriteturin og rættartrygdin eru í hásæti. Danskir dómar, danskar sivenjur og fakligar danskar bókmentir eru í allarflestu førum stýrandi fyri rættarstøðuna í Føroyum. Og tað er at fegnast um, tí tað er ikki einoghvør “krotusmiðjur”, sum blívur professari ella undirvísari á eitt nú Århus ella Københavns Universitet, ella sum situr í Landsrættinum ella Hægstarætti. Har hvílir føroyska rættartrygdin tíbetur enn trygt.

Tað allarmesta av føroyskari lóggávu stavar úr Danmark. Í nógvum førum eru føroyskar lógir og kunngerðir enntá beinleiðis týddar úr donskum. Longu av hesum orsøkum fer eitt lítið føroyskt universitet ikki at kunna framleiða nýggja vitan innan eitt so stórt fakøki sum jura. Neyvan heldur innan medisin ella búskaparfrøði. 

Náttúrligar avmarkingar, sum mann tó ikki vil viðurkenna 
Eitt framkomið universitet skal framleiða vitan og útbúgva fólk í einum sterkum akademiskum granskingarumhvørvi við granskarum í heimsflokki. Tað er ikki nokk bert at undirvísa. Tí er sjálvandi avmarkað, hvat Setrið kann blíva “heimsmeistari” í. Kanska í tjóðveldisjura, har alt tað etableraða danska skal traðkast niður, sum nokk er veruliga endamálið við nýggju útbúgvingini. 

Sostatt livir og fer Setrið allarhelst bert at liva av akademiskari vitan, ið viðurkend universitet úti í heimi frammanundan hava framleitt, tá ið tað snýr seg um tey stóru og klassisku fakøkini. So hví ikki heldur eggja okkara ungdómi til at fara til tey væletableraðu universitetini enn hálvgum at “villleiða” tey til at halda, at útbúgvingarstøðið á Setrinum er eins og útbúgvingarstøðið í eitt nú Danmark. 

Donsku universitetini teljast millum tey bestu í øllum Evropa - og kanska millum tey bestu í øllum heiminum.  

Ein útbúgvingarleiðari uttan Ph.D og undirvísarar, sum ikki eru løgfrøðingar

Tað er eisini løgið, at útbúgvingarleiðarin á løgfrøði, hvørki er doktari ella Ph.D. 

Sum skilst eru fleiri av undirvísarunum ikki so mikið sum útbúnir løgfrøðingar, hóast teir kanska hava ávíst innlit í summi løgfrøðilig viðurskifti. Tað gevur teimum so neyvan førleikar til at undirvísa komandi løgfrøðingum í løgfrøði á universitetsstøði, og tað tekur nokkso nógv av seriøsitetinum. 

Atfinningar hava leingi verið ímóti hesi ætlan millum løgfrøðingar, og argumentini hava verið sannførandi. 

Tískil er tað margháttligt, at Hanna Jensen ikki meiri enn hevur sett seg í stólin í Mentamálaráðnum, so verður hendan útbúgvingin góðkend. Aðrir ráðharrar hava í minsta lagi víst fakinum so mikið av virðing og sett seg væl inn í tingini, áðrenn nakað so álvarsligt verður góðkent. 

Útbúgva fólk til arbeiðsloysi
Tað tykist sum um, at nýggja landsstýriskvinnan ikki vil fyrihalda seg til tann veruleika, at tað eru nærum 70 føroysk lesandi, sum lesa løgfrøði í Danmark. 

Longu av teirri orsøk er tað eisini avmarkað av løgfrøðingastørvum í Føroyum at koma heim aftur til. Av tí sama gevur tað lítla meining av satsa upp á løgfrøði og samfelagsfrøði á Setrinum, sum við sínum ivasomu fortreytum longu tykist útbúgva fleiri fólk til akademiskt arbeiðsloysi. 

Tað er tí bæði óforsvarligt og óvirðilig, at føroyskur ungdómur verður eggjaður til at taka stórar klassiskar útbúgvingar á Setrinum, sum hvørki eru kappingarførar við útbúgvingarnar í okkara grannalondum, ella sum samsvara við tørvin á tí lítla føroyska arbeiðsmarknaðinum. 

Vónin er, at hetta verður umhugsað av nýggjum, og at nýggja landsstýriskvinnan fer at hugsa um kvalitet heldur enn kvantitet. 

Vónandi fer landsstýriskvinnan at leggja hasa misskiltu nationalismuna á hillina hóast valár er og heldur hugsa um tørvin á føroyska arbeiðsmarknaðinum og um føroyingar, sum lesa jura, økonomi, samfelagsfrøði á høgt virdum donskum universitetum.

Johan Dahl