Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útbúgving og arbeiðsmarknaður hond í hond

Útbúgving og arbeiðsmarknaður hond í hond Í Føroyum eru trupulleikarnir við ungdómsarbeiðsloysi ikki so eyðsýndir, sum í stórum pørtum av Evropa. Hetta kemst millum annað av, at Føroyar søguliga hava knýtt útbúgvingarmøguleikar økið saman við tørvinum hjá føroyska vinnulívinum. Hetta var ein av boðskapunum í røðuni hjá løgmanni á Norðurlandaráðsfundinum í Oslo í gjár. Eitt høvuðsevni á fundinum var “Ungdommen i Norden”.

- Í kjalarvørrinum av altjóða fíggjarkreppuni er ungdómsarbeiðsloysi ein stórur trupulleiki. Fimti hvør millum 15-24 ár er arbeiðsleysur í ES. Tað verður tosað alment um “Generation jobless”. Um okkara unga ættarlið ikki fær samband við arbeiðsmarknaðin, fær tað avleiðingar í framtíðini, tí gransking vísir, at tað verður truplari hjá teimum ungu at finna fótafestið á arbeiðsmarknaðinum, um tey á ungum árum eru arbeiðsleys, vísti løgmaður millum annað á.

Løgmaður nýtti høvi í røðu síni til at greiða nærri frá royndunum í Føroyum við ungdómsarbeiðsloysi.

- Útbúgvingarpolitikkurin í Føroyum hevur søguliga í stóran mun lagt dent á, at tørvurin hjá arbeiðsmarknaðinum serliga innan maritima økið hevur endurspeglað, hvørjar útbúgvingar verða bodnar út. Í Føroyum hava vit eisini ein ungdóm, sum veruliga kýtir seg fyri at finna eitt arbeiði. Hesi viðurskifti gera sítt til, at ungdómsarbeiðsloysi í Føroyum er lutfalsliga lágt sammett við onnur lond. Kortini hava Føroyar stórar avbjóðingar í at varðveita unga fólkið í Føroyum. Hetta er tann størsta avbjóðingina hjá føroyska samfelagnum í løtuni, segði Kaj Leo Holm Johannesen millum annað.

Røðan hjá løgmanni: http://docreader.readspeaker.com/docreader/?cid=btsjm&lang=fo_fo&url=http%3A//www.tinganes.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx%3FFile%3D%252fFiles%252fFiler%252fPHJ+f%2526iacute%253blur%252f2013.10.29+R%2526oslash%253b%2526eth%253ba+hj%2526aacute%253b+KLHJ+Till+toppfund+%28endalig%29.pdf