Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ÚTBJÓÐING: Nýggjar gróðurhallir í Hoydølum

Við hesum verður arbeiðið við at seta upp tvær timburhallir, ávikavist 360 og 504 fermetrar til støddar, sum eru karmur um virksemið hjá Skógrøkt Landsins í Miðhoydølum.

Verandi hallir eru ein leivd frá minkagarðinum, sum var bygdur í 1960. Síður og tekjur eru klæddar við bylgju eternit plátum, meðan endarnir eru úr myrkum sløttum timburklædningi. Hallirnar eru so mikið illa farnar, at neyðugt er at taka tær niður.

Ætlanin er at byggja tvær nýggjar hallir, sum í skapi, stødd og tilfari líkjast verandi hallum. Ætlanin er tó at hækka nýggju hallirnar hálvan metur, frá verandi 1,7 upp í 2,2 metrar, soleiðis at arbeiðsumstøðurnar fyri starvsfólkini verða betri.

Nýggju hallirnar verða úr timburi. Konstruktiónin verða bogar úr límtræ, tekjan úr bylgjueternit og síður og endar úr timburklædningi. Verandi grúsgólv verður varðveitt.

Útboðstilfarið leggur upp til, at arbeiðstakarin sjálvur loysir tær byggiteknisku avbjóðingarnar.

Tekningarnar vísa tilfarsval, útsjónd, snið og støddir á teimum nýggju hallunum. Arbeiðið umfatar útgrevstur niður á hellu, dren og uppfylling, stoyping av fundamentum, veiting og og uppseting av hallum sambært verandi teknitilfari.

Niðurtøka av verandi hallum er ikki partur av arbeiðstøkuni.

Høvuðsarbeiðstøkan fevnir um jørð og betongarbeiði, timbur- og málaraarbeiði, umframt samskipan av hesum. HVS og el verður byggiharraveiting.