Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útbjóðing av prentingini av fíggjarlógaruppskotinum gevur stóra sparing

 Fíggjarmálaráðið sparir umleið ein triðing av prentútreiðslunum við at bjóða út prentingina av fíggjarlógaruppskotinum, frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið og dagførdu fíggjarlógini.


Fyri at fáa sum mest burtur úr skattakrónunum og samstundis stimbra undir kappingina á privata vøru- og tænastumarknaðinum, hevur tað almenna skyldu at bjóða út allar almennar uppgávur, sum á nakran hátt eru egnaðar til útbjóðing á privata marknaðinum.

Fíggjarmálaráðið fer tí frameftir at bjóða út prentingina av fíggjarlógaruppskotinum, frágreiðingini til fíggjarlógaruppskotið og dagførdu fíggjarlógini samlað í eina útbjóðing á hvørjum ári.

Hesuferð vórðu 3 prentsmiðjur bodnar at koma inn við tilboði. Tilboð komu inn frá 2 veitarum innan ásettu tíðarfreistina. Fíggjarmálaráðið hevur gjørt av, at taka av lægsta tilboðnum, sum kom frá Føroyaprent.

Fíggjarmálaráðið, 12. september 2011