Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Út við 4 % av arbeiðsstyrkini starvast innan oljuvinnuna

Nýggj greining, sum Virkisráðgeving hevur gjørt fyri Oljuvinnufelagið, vísir, at heili 942 føroyskir løntakarar starvast innan oljuvinnuna. Hetta er væl at merkja, teir føroyingar, sum hava sín bústað í Føroyum. Afturat hesum koma teir føroyingar, sum eru búsitandi aðrastaðni.

Vinnuhúsið:

Í 2012 var talið 858 føroyingar, sum svaraði til 3,61 % av arbeiðsstyrkini. Verður nýggjasta uppgerðin yvir arbeiðsstyrkina nýtt, so svara tølini í 2013 til knøpp 4 %. Eisini er týðiligt, at hetta er ein vinna, sum serliga hevur mannfólk í starvi. Í 2013 starvaðust 25 konufólk og 917 mannfólk innan vinnuna.

Av teimum 942 løntakarunum starvast 674 hjá føroyskum arbeiðsgevarum og 268 hjá útlendskum arbeiðsgevara. Í 2012 vóru hesi tøl ávikavist 608 og 250.

Innan offshore starvast 361 fólk (í 2012 var talið 349), onshore í Føroyum starvast 70 (í 2012 var talið 65) og onshore uttanlands starvast 243 (í 2012 var talið 194).

Til ber at lesa greiningina her:http://www.industry.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fTidindir%2f2013%2f2013+Greining+av+f%26oslash%3broysku+oljuvinnuni.pdf