Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Úrvalsásetingar eru ikki galdandi

Rættleiðing til Kringvarp Føroya, sum í tíðindunum í morgun segði, at arbeiðsgevarar bróta evropiska mannarættindasáttmálan.

Føroya Arbeiðsgevarafelag varar av gott 30 sáttmálum við næstan líka nógv fakfeløg. Úrvalsásetingar vóru áðrenn januar 2006 ein integreraður partur av øllum sáttmálunum, og úrvalsásetingar vóru tí at finna í fleiri greinum í sáttmálunum.

Eftir dómin í evropiska mannarættindadómstólinum hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag av sínum eintingum lagt seg eftir at fáa broytt allar úrvalsásetingar í hesum sáttmálum. Hetta varð gjørt, so hvørt samráðingar vóru um endurnýggjan av sáttmálunum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag sendi harafturat í juni 2006 kunning til allar limir sínar um, at úrvalsásetingar ikki longur eru galdandi, og kunnaði limirnar um, hvussu teir nú skuldu fyrihalda seg til sáttmálarnar og til limaskap í fakfeløgum. Evropiski mannarættindasáttmálin er settur í gildi sum lóg í Føroyum, og tað ber ikki til í sáttmála at avtala seg burturúr lógarásetingunum.

Tað er tí eingin ivi um, at arbeiðsgevarar ikki hava rætt til at leggja seg út í, um starvsfólk eru limir ella ikki limir í fakfelag, og hetta uttan mun til, hvat stendur í einum møguligum sáttmála á økinum. At ein úrvalsáseting í einum sersáttmála, sum liggur undir og vísir til ein høvuðssáttmála, har úrvalsásetingin er tikin burtur, av misgávum liggur eftir, broytir ikki hetta.

Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at tað er ein sera álvarsom ákæra, sum Kringvarp Føroya kom við í morgun, og tað kann undra, at Kringvarpið ber hesi tíðindi uttan at hava kannað málið nærri.