Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Úrslitið hjá samlaðu vinnuni var nógv betri í 2010 enn í 2009

Samlaða úrslitíð í vinnuni var nógv betri í 2010 enn árið frammanundan. Tað eru allar tríggir høvuðsvinnugreinabólkarnir, tilfeingisvinnan, vøruframleiðsluvinnan og tænastuvinnan, sum hava betri úrslit.

Myndin niðanfyri vísir samlaða ársúrslitið, útgreinað á partsúrslit. At úrslitið gjørdist betri í 2010, stavar bæði frá, at raksturin fyri rentur var væl betri, men eisini frá, at nettoúrslitið av serligum postum og nettofíggjarpostar eru nógv batnaðir.

Samlaða úrslitið frá rakstrinum fyri rentur, sí talvuna niðanfyri, var nógv betri í 2010 enn í 2009, serliga í tilfeingisvinnunum, men eisini í hinum vinnunum er úrslitið betri.

Víst verður annars til hagtalsgrunnin har vinnan er býtt í tilsamans 41 vinnugreinar. Umframt samlaða raksturin og javnan fyri hvørja vinnugrein, síggjast eisini nøkur lyklatøl.